Tað byrjaði so væl hjá Víkingi, ið veruliga loypti hvøkk á. Gestirnir í Gent løgdu seg á odda í 13. minutti eftir hornaspark úr høgru frá Poul Kallsberg. Tá bólturin rakti ein verjuspælara var Jørgen Nielsen til reiðar, og 20-ára gamli áleyaparin skoraði sítt annað mál í Evropa.
Jørgen fekk í dag møguleikan fyri Finn Justinussen, og víkingarnir vóru eina løtu í sjeynda himmli. Gent kom tó fyri seg, fór at spæla skjótt og legði eitt tungt trýst. Tað var sum so í tráð við leikgongdina, at heimaliðið javnaði í 25. minutti, tá vandamikli Hyun-Seok Hong var ísakaldur í brotsteignum.
Støðan helt sær til steðgin, og hetta var gott útgangsstøði hjá Víkingi. Heimaliðið legði tó út sum eitt ólógi í 2. hálvleiki, og oddaliðið í Betrideildini stóð fyri tað allarmesta í og kring egna brotsteig, har man skuldi avvísa.
Í 59. minutti varð 2-1 við líknandi máli, sum tí fyrra: Víkingur ruddaði í fyrstu syftu innlegg, og so var Gent fyrst á 2. bóltinum. Um miðjan 2. hálvleik gjørdist støðan verri: Brotsspark dømt móti Olafi Bárðarsson, og tað umsetti De Sart trygt: 3-1.
Útfrá í øllum førum tí eina sjónvarsvinklinum, sá tað út til at vera greitt, at Olaf prikaði bóltin, og at Hong síðani sparkaði beinið á gøtumanninum og tí fekk ilt og fór umkoll. Harvið skuldi dómurin verið fríspark til Víking og ikki brotsspark.
Jóhan Petur Poulsen fekk gult kort í 1. hálvleiki fyri at geva ilt av sær um dømingina (Mynd: Sverri Egholm)
Einki VAR er í 2. umfari í Conference League - um tað hevði verið, so hevði Víkingur helst eisini verið á odda eftir fýra minuttir, tí heldur ivasami íslendski dómarin metti, at tað at málverjin hjá Gent kom flúgvandi út og koppaði tveir av sínum egnu og ein Víking, umframt at hann sjálvur lá eftir á, var fríspark til Gent. Eingin víkingur gjørdi nakað brot móti nøkrum á heimaliðnum.
Gent vísti til tíðir frálíkar taktir og var greitt omaná leikliga - hevði bóltin tríggjar fjórðingar av tíðini, hevði 40 skotroyndir tá blokerað skot eru tald við, tólv horna mótvegis tveimum, og Víkingur hevði ikki annað skot á mál enn tað tíðliga í dystinum. Tó kennist tað heldur órættvíst, tá so avgerandi dómar fara einum ímóti.
4-1 málið eigur bert Víkingur - ella bara Bárður á Reynatrøð. Leirvíkingurin hevur verið besti málverji í Betrideildini í ár, og eins og í Klaksvík í síðstu viku, hevði hann nakrar stórbjargingar í dag. Í 88. minutti misti Bárður tó bóltin, tá hann skuldi lofta bleytum innleggi, ið kom beint í hendurnar á honum. Dagsins maður, Hyun-Seok Hong, var til reiðar í málteignum.
Harvið júst sama útgangsstøði sum KÍ undan seinnu uppgerðini í Klaksvík í næstu viku. Hóast Víkingur vísti góðar taktir í løtum og hevði heilt góða ella í minsta lagi fína støðu tríggjar fjórðingar av dystinum, so verður hetta nú helst ov tungt. Tað er ikki nógv, ið bendir á, at tað verður stórur spenningur um, hvør fer víðari: Til tað er Gent ov sterkt.
UEFA Conference League 2. umfar, fyrri dysturin
Hósdagin 25.07
KAA Gent - Víkingur 4-1 (1-1)
13' Jørgen Nielsen 0-1
25' Hyun-Seok Hong 1-1
59' Sven Kums 2-1
68' Julien De Sart 3-1
88' Hong Seok-Hyun 4-1
Víkingur (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen - Aron Jarnskor Ellingsgaard, Geza David Turi - Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson - Jørgen Nielsen
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Finnur Justinussen (64'), Jákup Johansen, Árni Nóa Atlason og Ingi Jonhardsson (78')
Liðini spæla seinna dystin við Djúpumýru hósdagin 1. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald