Fótbóltur

1-1 í steðginum: Víkingur skelkaði Gent

Nýggi maðurin í byrjanaruppstillingini, Jørgen Nielsen, beindi bóltin í belgiska netið í 13. minutti, og útiliðið burdi fingið eitt afturat. Síðani hevur Gent javnað og sitið á dystinum.

Jørgen Nielsen gjørdi bart tíðliga móti stórfavorittunum (Mynd: Víkingur)

Jørgen Nielsen gjørdi bart tíðliga móti stórfavorittunum (Mynd: Víkingur)

2024-07-25 19:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur kom ógvuliga væl frá byrjan í sínari á pappírinum torførasti uppgávu í nógv ár. Á grasinum hjá Gent fingu eysturbúgvar, sum í dag spæla í svørtum, skjótt fleiri deyðbóltsstøður.

Bólturin endaði í belgiska málinum eftir frísparksinnlegg, men onkursvegna hildu íslendsku dómararnir, at tað á málverjin hjá Gent kom flúgvandi út og koppaði tveir av sínum egnu og ein Víking, umframt at hann sjálvur lá eftir á var fríspark. Eingin víkingur gjørdi nakað brot móti nøkrum á heimaliðnum.

Sum heild hava teir á útiliðnum ikki verið so nøgdir við dømingina, har teir mugu kenna á sær, at fleiri marginaldømingar koppa til størra liðið. Jóhan Petur Poulsen fekk eisini gult kort fyri kjaftaslit av bonkinum í 35. minutti, tá Víkingur ikki fekk eitt fríspark í verjustøðu, sum man annars átti.

Í 13. minutti var einki at kom eftir. Horna úr høgru frá Poul Kallsberg, bólturin rakti ein Gent-spælara mitt fyri málið, og stakk til Jørgen Nielsen sum ikki var í íva. Ungi áleyparin hevur fingið møguleikan ístaðin fyri Finn Justinussen, sum annars skoraði flott mál móti Liepaja seinast, og hetta hevur higartil eydnast væl.

Stór løta fyri Víking at leggja seg á odda móti Gent. Olaf Bárðarson dribblaði seg eisini í góða skotstøðu stutt seinni, men rakti bóltin illa, og heimaliðið tók skjótt av álvara yvir.

Í langa løtu var trýstið á Víkinga-málið stórt, har tað eyndaðist Gent at fáa ferð á spælið og spæla seg ígjøgnum nakrar ferðir. Oftast hava víkingarnir staðið væl fyri mitt fyri, og Bárður á Reynatrøð hevur eisini havt tvær stórbjargingar í málinum.

Eftir 25 minuttir gekk tó ikki meira at halda nullið: Atli Gregersen ruddaði fyrst eitt innlegg, men Hyun-Seok Hong hjá heimaliðnum var fyrstur á bóltinum stutt inni í brotsteignum. Suðurkoreanarin javnaði síðani. Hann hevur helst verið vandamiklasti spælarin hjá Gent; høgri kanturin hevur givið Bergi Gregersen og teimum veruligar trupulleikar og nógv at taka støðu til.

Víkingarnir hava annars arbeitt gróthart og væl, og hava teir sum nú er frálíkt útgantsstøði at taka við heim: Trýstið hasaði nakað av seinastu løtuna fyri steðgin, har Víkingur fekk fatur á bóltinum meira aftur og vann nøkur fríspørk. Tað skulu tó 45 heilt góðir minuttir til afturat móti Gent-liðnum, sum týðiliga hevur nógvar dygdir; slíkar ið føroyska oddaliðið ikki møtir hvørja viku.

UEFA Conference League 2. umfar, fyrri dysturin
Hósdagin 25.07

19.00: KAA Gent - Víkingur (1-1)
13' Jørgen Nielsen 0-1
25' Hyun-Seok Hong 1-1

Víkingur (4-2-3-1):  Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen - Aron Jarnskor Ellingsgaard, Geza David Turi - Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson - Jørgen Nielsen

(Stroyming: HER)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder