Fótbóltur

Fínt avrik og fínt útgangsstøði hjá HB

Leikligt ódnaðarveður fyrstu løtuna, nøkur dýr HB-mistøk í nógva hitanum, men so líðandi betri tamarhald á tí. 2-0 til Hajduk Split undan dystinum í Gundadali.

Sammy Skytte kom inn í 1. hálvleiki, gjørdi brotsspark men vísti seg síðani betri fram (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sammy Skytte kom inn í 1. hálvleiki, gjørdi brotsspark men vísti seg síðani betri fram (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-25 22:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB kom í eitt leikligt ódnarveður í nógva hitanum í Split. Teir yvir 30.000 heimáskoðararnir koyrdu á, og tað gjørdi Hajduk Split eisini á vøllinum. Heimaliðið hevði fleiri vandastøður tíðliga, har HB skuldi finna fótafestið.

Leiðslumálið kom eftir 18 minuttir. Horna úr høgru, snitta við fremru stong, og við aftaru stong hugdi Ási Dam meira eftir fótbólti enn dekkaði upp, og so stútaði Filip Uremovic bóltin trygt í netið.

HB um ein háls eina løtu, og eftir 25. minuttir varð Noah Mneney skiftur út. Tað sá ikki út til at hann var skaddur. U21-landsliðsmiðvallarin hevði ikki spælt serliga væl í fyrsta dystinum frá byrjan hjá HB, men alt liðið var í trupulleikum.

Sammy Skytte kom inn, og áleið tað fyrsta hann gjørdi, var at hála Hajduk-spælara niður í brotsteiginum. Hálvur tími og 2-0. Ikki heilt óuppiborið, at tvey mál vóru á muni tá, men býtt hjá HB, at tað var eftir horna, har man ikki dekkaði upp og so eftir púra óneyðugt brotsspark.

Næsti tímin var væl frægari. HB kom longur fram á vøllin í løtum eftir steðgin og hevði støður kring Split-brotsteign. Tó var tað uttan at gerast heilt vandamikið, og einki skot hjá gestunum rakti málið. Tað tættasta var skot frá Sammy Skytte av brotsteigarmarkinum, sum tó fór nakað omanfyri. Júst Skytte vísti so líðandi sína styrki.

HB vardi eisini betri, og Teitur Matras Gestsson hevði "bert" eina bjarging. Hetta var moti liðið, sum skifti Ivan Perisic inn. Tað sá, í ein mun, út sum, at Split fór eitt gir ella tvey niður. Talan var eisini um fyrsta kappignardystin hjá Gennaro Gattuso og hansara monnum.

Avrikið hjá HB var tó sum heild nøktandi, og úrslitið ger, at ein lítil spenningur er í uppgerðini undan seinnu uppgerðini í Gundadali. Hon verður um eina viku, 1. august. Tá skal liðið hjá Sormani gera so at siga alt rætt fyri at senda kroatiska stórfelagið út. 

UEFA Conference League 2. umfar, fyrri dysturin
Hósdagin 25.07

Hajduk Split - HB 2-0 (2-0)
19'  Filip Uremovic 1-0
30' Marko Livaja 2-0

HB (4-5-1): Teitur Gestsson - Mathias Voss, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen, Ási Dam (46' Ári Mohr Jónsson) - Leivur Fossdal Guttesen (46' Mohammed Samba), Noah Mneney (26' Sammy Skytte), Ejvind Restorff Mouritsen, Hanus Sørensen, Áki Samuelsen - Mikkel Dahl

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Jákup Thomsen og Emmanul Duah


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder