Fótbóltur

Myndir: HB til reiðar at royna at knógva kroatunum

2-0 til Hajduk Split eftir fyrra dystin í 2. umfari í Conference League. Split - við stórum nøvnum - er stórfavorittur. Dysturin á Tórsvølli í morign byrjar klokkan 20.

HB'arnir hita upp (Mynd: Sverri Egholm)

HB'arnir hita upp (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-31 18:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit skulu gera tað betri enn seinast.

Hetta staðfestu Adolfo Sormani og Hanus Sørensen á stuttum tíðindafundi á Tórsvølli fyri løtu síðani.

Síðani fór italski venjarin at leggja seinastu hond á fyrireikingina til venjingina, og Hanus fór til liðfelagarnir.

Talan var um lætta venjing á Tórsvølli. Hon byrjaði við, at fysiski venjarin tók nakrar rørslur ígjøgnum.

Teir flestu, sum hava spælt nógv í ár, eru tøkir. Bartal Wardum er framvegis við at koma fyri seg vegna knæskaða, og rann hann fyri seg sjálvan í kvøld. Sterki miðverjin verður ikki við í morgin, og tað verður Heðin Hansen heldur ikki.

Hajduk Split kemur við millum øðrum Ivan Rakitic og Ivan Perisic í hópinum, og Gennaro Gattuso sum venjara. Kroatiska stórfelagið er stórfavorittur, men HB skal royna at gera uppgerðina spennandi.

Tað er 2-0 eftir fyrra dystin. Seinni dysturin byrjar í morgin, hósdagin 1. august, klokkan 20.

Myndir: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder