Hondbóltur

Gekk illa í hond

Aðrir fingu kjansin, nú Elias heldur ikki var við í dag, men móti stóru ungarsku U20 monnunum høvdu vit tað trupult. Ungarn vann 40-21.

(Mynd: Harald Bjørgvin)

(Mynd: Harald Bjørgvin)

2022-07-10 13:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vit fingu ongantíð hol á málskjótingina, og misnýttu nógvar møguleikar móti Ungarn í U20 endaspælinum, sum er í Portugal í hesum døgum. 

Sum fráleið gjørdist málmunurin so stórur, at tað tóktiskt vónleyst at koma aftur.

Støðan í hálvleikinum var 19-8, og venjararnir ásannaðu eisini, at hetta var ikki dagurin. Stóra stjørnan á liðnum, Elias á Skipagøtu, hevur ein skaða at dragast við, og heldur ikki í dag var hann at síggja á vøllinum.

Fleiri leikarar, sum vit ikki hava sæð so nógv til seinastu dagarnar, fingu møguleikan og millum annað Bjarni í Selvindi úr StÍF gjørdi um seg í seinna hálvleiki.

Úrslitið gjørdist 40-21 til Ungarn.

Tað gjørdist sostatt bara til tann eina sigurin í hesum trimum fyrstu dystinum, og vit komu tískil víðari til næsta umfar í endaspælinum. Kortini er ikki liðugt hjá U20 monnunum, sum eru komnir í B-bólkin, og skulu aftur í eldin týsdagin.

Ungarn U20 - Føroyar U20 40-21 (19-8)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder