Fótbóltur

Gentulandsliðini til Litava og Armenia

Mikudagin var lutakast til UEFA kappingarnar, sum U17 og U19 landsliðini við gentum skulu til í vár.

(Mynd: UEFA)

(Mynd: UEFA)

2022-12-08 11:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Føroyar vóru við í pottunum, tá lutakast til EM kappingarnar hjá U17 og U19 gentum varð avgreitt á høvuðsskrivstovuni hjá evropeisku fótbóltssamgonguni fyrrapartin í gjár.

Kappingin er í báðum aldursbólkum skipað í A- og B-deild, og í báðum førum eru Føroyar við í B-deildini, har málið er at spæla okkum so langt upp eftir styrkislistanum sum gjørligt.

Lutakastið fyri U17 genturnar varð avgreitt fyrst og her komu Føroyar í bólk B1 saman við Grikkalandi, Litava og Moldova. Litava verður vertur fyri kappingini, sum verður spæld í døgunum 24.-30 mars 2023.

Hjá U19 gentunum komu Føroyar í bólk B4 saman við Malta og Armenia. Teir dystirnir verða spældir í Armenia 7. og 10. apríl 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder