FSF: Fríggjadagin var lutakast um, hvussu spælt verður í komandi EM-undankappingum hjá U17-landsliðnum og U19-landsliðnum við gentum.
Og tað er neyvan ov nógv sagt, at bæði liðini komu í rættuliga sterkar bólkar, og sleppa av álvara at royna seg í heyst.
U17-genturnar komu í bólk A3, saman við Englandi, Hollandi og Kekkia. Kappingin verður í Englandi frá 4. til 12. november.
Fyri U19-genturnar háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk A5, saman við Serbia, Eysturríki og Kekkia. Kappingin verður í Serbia frá 25. november til 4. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald