Fótbóltur

Genturnar til Albania og Belgia í heyst

Í EM-undankappingunum, sum verða í oktober og november, komu U17-genturnar í bólk saman við Wales, Albania og Kasakstan, og U19-genturnar komu í bólk saman við Belgia, Hollandi og Írlandi.

Fyrr í ár vunnu U19-genturnar seg upp í hægra styrkisbólkin, deild A (Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir/FSF)

Fyrr í ár vunnu U19-genturnar seg upp í hægra styrkisbólkin, deild A (Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir/FSF)

2023-06-23 09:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Nú er greitt, hvørjum londum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í komandi EM-undankappingum, sum vera í Albania og Belgia í oktober og november mánað.

Sigast má, at avbjóðingarnar hjá ávikavist U17- og U19-landsliðunum við gentum til komandi EM-undankappingar, sum eru á skránni í heyst, eru rættiliga ymiskar.

Men hetta skal eisini síggjast í ljósinum av, at U19-genturnar fyrr í ár vunnu seg upp í hægra styrkisbólkin, deild A, eftir tveir góðar sigrar á Malta og Armenia.

Lutakastini til kappingarnar í oktober og november hava nú verið, og har háttaði tað seg soleiðis, at U17-genturnar komu í bólk saman við Wales, Albania og Kasakstan. Kappingin verður í Albania frá 19. til 28. oktober.

U19-genturnar komu í bólk saman við Belgia, Hollandi og Írlandi. Kappingin verður í Belgia frá 23. oktober til 1. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder