Fótbóltur

Georgia á fyrsta sinni

Fyrsti endaspælsdystur hjá landinum í vaksnamannafótbólti verður klokkan 17 ímóti Turkalandi.

Khvicha Kvaratskhelia er lyklaspælarin hjá Georgia (Mynd: EPA)

Khvicha Kvaratskhelia er lyklaspælarin hjá Georgia (Mynd: EPA)

2024-06-18 13:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

24 lond eru nú við til EM-endaspælið, og hetta merkir, at møguleikin at koma við er væl størri enn fyri tólv árum síðani og longri afturi í tíð.

Í endaspælinum er Georgia nýggja íkastið. Landið hevur undir fýra milliónir íbúgvar, og fólkaveitsla var í Tbilisi, tá Georgia koppaði Grikkaland í play-off umfarinum.

Mett verður ikki, at liðið hevur nakran serligan møguleika at koma víðari, men vónin er sett á millum annað Khvicha Kvaratskhelia. Álopskendi miðvallarin er í ósemju við Napoli, tí hann við víðari á sínari yrkisleið, men "Kvaradona" gjørdist ein hetja í suðuritalska býnum, tá hann ein av lyklaspælarunum í meistaraheitinum í 2022-2023.

At fáa stig hevði verið stórt í sær sjálvum hjá georgum. Fyrsta royndin verður tíðliga í kvøld móti Turkalandi, ið var stórt vónbrot í 2021. Liðini bresta saman til søguligan dyst fyri Georgia í Dortmund. Turkar eru favorittar oh hava ein rímiliga spennandi við millum annað Yildiz úr Juventus og Güler úr Real Madrid.

Talan er um seinastu dystirnar í fyrsta umfari í EM.

EM 2024 - fyrsta umfar í bólkaspælinum
Bólkur F:
Í dag, týsdagin 18.06
17.00: Turkaland - Georgia
20.00: Portugal - Kekkia

Sí eisini: Ronaldo fyri sættu ferð - Portugal millum favorittarnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder