Fótbóltur

Ronaldo fyri sættu ferð

Ein av teimum heilt stóru í fótbóltssøguni eigur fleiri EM-met og ætlar sær eisini enn eitt EM-gull. Spennandi liðið hjá Portugal kemur inn í endaspælið í kvøld.

Samanlagt eru teir 80-ára gamlir. Pepe og Ronaldo vóru lyklaspælarar, tá Portugal vann EM-gull í 2016 og hava eisini vunnið nógv saman í Real Madrid (Mynd: EPA)

Samanlagt eru teir 80-ára gamlir. Pepe og Ronaldo vóru lyklaspælarar, tá Portugal vann EM-gull í 2016 og hava eisini vunnið nógv saman í Real Madrid (Mynd: EPA)

2024-06-18 11:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann verður nú aftur á stóra pallinum. Síðani HM-endaspælið á vetri 2022 hava møguleikarnir fyri at síggja Cristiano Ronaldo spælt ikki verið so nógvir. Hann fór úr Manchester United aftur eftir rok við Erik ten Hag og endaði í Saudiarabia.

Í EM-undankappingini skoraði Ronaldo tíggju mál, og Portugal vann allar sínar tíggju dystir. Einki annað lið fekk fult stigatal í undankappingini. Frakland og Ongland eru størstu favorittarnir at vinna EM, men Portugal er ikki langt aftanfyri. 

Ronaldo er 39 ára gamal og spælir á lægri stigi nú, men kann framvegis skora mál og hevur hann ógvuliga nógv at siga fyri Portugal. Pepe er tvey ár eldri, men hann og Ruben Dias borga fyri góðsku í miðverjuni. Álopskendir spælarar við høgari góðsku sum Bernardo Silva, Bruno Fernandes, Diogo Jota og Joao Felix eru við, umframt yngri og spennandi spælarar sum Rafael Leao, Joao Neves og Goncalo Ramos. 

Tað verður tungt hjá Kekkia at dansa við favorittarnar í Leipzig í kvøld. Kekkar endaðu á 2. plássi í undankappingarbólkinum hjá Føroyum í fjør og hava eina ávísa góðsku. Tað verður tó ikki eins og í 1996 og í 2004, at Kekkia verður millum tey seinastu fýra - so skal ymiskt løgið og óvæntað henda.

[object Object]
Ondrej Lingr úr Feyenoord og Brandur Hendriksson í dystinum móti í Plzen. Hetta var í oktober 2023 - tað endaði 1-0. Í dystinum á Tórsvølli nakrar mánaðir frammanundan vann Kekkia 3-0 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Liðið við Cech, Nedved, Koller, Baros, Rosicky og øðrum stóð seg væl í júst Portugal fyri tjúgu árum síðani. Grikkaland var tó omaná í hálvfinaluni, og grikkar bastu eisini vertunum í finaluni.

Tá feldi ein 19-ára gamal Cristano Ronaldo tár - við boyla og oyraringi. Hann hevði skorað í sínum fyrsta EM-dysti, og samanlagt hevur nummar 7 14 EM-mál. Hetta er met. Tað er talið av dystum í EM-endaspølum (25) og talið av EM-endaspølum sum heild eisini. Hetta verður tað sætta hjá størsta portugisiska spælaranum nakrantíð. Ronaldo eigur eitt EM-gullheiðursmerki frá 2016, og í Portugal er dreymurin, at hetta talið verður tvífaldað eftir endaspælið í Týsklandi. Fyrstu ábeningarnar koma í kvøld.

[object Object]
Ronaldo rakti landsliðsmál nummar 130 í venjingardystinum móti Írlandi í síðstu viku (Mynd: EPA) 

[object Object]
Tað hevur verið fult til almennu venjingarnar hjá Portugal - serliga tí so nógv vilja síggja Cristiano, sum helst spælir sítt síðsta EM-endaspæl (Mynd: EPA)

Sí eisini: Ronaldo og Portugal í hopla áðrenn EM

EM 2024 - fyrsta umfar í bólkaspælinum
Bólkur F:
Í dag, týsdagin 18.06
17.00: Turkaland - Georgia
20.00: Portugal - Kekkia


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder