EM nærkast av álvara, og eitt av londunum sum helst kemur langt er Portugal. Vinnararnir frá 2016 hava nógvar spenandi spælarar og á pappírinum góða blanding av ungum monnum, slíkum í miðalaldri og so heilt royndum spælarum.
Ein av teimum heilt royndu er Cristiano Ronaldo. 39-ára gamli áleyparin hevur í eitt og eitt hálvt ár spælt í Saudiarabia, og hann dugir framvegis at skora mál. Í seinasta upphitignardystinum í gjár gjørdi Ronaldo bart og skoraði tvey góð mál við vinstra beininum. Serliga tað fyrrra var flott, har Ronaldo gjørdi eina fintu og høgdi bóltin upp í longra málhornið.
Málini síggjast ovast á TV2 HER - og ymsastaðni á Youtube
Joao Fleix legði Portugal á odda fyri steðgin, og tá kundi Ronaldi eisini skorað. Hetta við beinleiðis frísparki, sum endaði á stongini.
Málini hjá nummar 7 senda hann upp á samanlagt 130 landsliðsmál í 207 dystum fyri Portugal. Eingin maður hevur skorað eins nógv í landsliðshøpi.
Cristiano Ronaldo fer undir sítt sætta EM-endaspæl. Hetta er met Hann byrjaði í 2004 á heimavølli, har Portugal tapti finaluna móti Grikkalandi. Tólv ár seinni bragdaði í finaluni í Fraklandi (Mynd: EPA)
Ronaldo og hinir fara at royna at taka góðu taktirnar móti Írlandi við til Týsklands. Liðið hjá Roberto Martinez er í bólki við Kekkia, Turkalandi og Georgia. Í 1. umfari í bólki F týskvøldið 18. juni hittast Portugal og Kekkia í Leipzig (klokkan 20). Hini spæla klokkan 17 í Dortmund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald