
Sterki spælarin, ið kann nýtast á so at siga øllum plássum, gjørdi um seg í ungdómsdeildunum hjá EB/Streymi, men sló av álvara til í B36 í 2015 har hann var fastur partur av FM-liðnum. Undan kappingarárinum í 2018 skifti Gestur aftur til EB/Streym. Samanlagt hevur 25-ára gamli leikarin spælt 108 dystir og skorað 11 mál í Betrideildini, sambært FaroeSoccer.
Seinasta summar flutti Gestur Bogason Dam til Danmarkar fyri at fara undir lesnað. Nú er hann aftur í Føroyum, og Gestur verður verandi í áleið tríggjar mánaðir. Hesa tíðina fer hann at spæla fyri EB/Streym. Felagið boðar á heimasíðun frá, at EB/Streymur, ið liggur á 7. plássi við trimum stigum fyri fimm umfør, í næstum fær styrk.
Í løtuni er Gestur í sóttarhaldi, og tí er ivasamt, um hann verður við til lykladystin 16. juni á Argjum. 21. juni, um 17 dagar, verður Gestur Bogason Dam allarhelst í hópinum hjá EB/Streymi, ið skal til Trongisvágs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald