Fótbóltur

Geza: - Dreymurin er vorðin til veruleika

24-ára gamli gøtumaðurin er errin eftir sín fyrsta landsdyst: - Tað hevur verið stórt at spælt móti United og nú komið inn á Tórsvølli móti Modric og teimum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-05 23:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur bíðað og bíðað....og bíðað.

Fyrst vóru trupulleikar við tilgongdini at geast føroyskur ríkisborgari, og tá passið so kom í desember í fjør, var aftur bíðitíð.

[object Object]
Ein errin Geza David Turi eftir at hava fingið ølll pappírini uppá pláss 

[object Object]Í kvøld kundi hann takka føroysku fjepparunum eftir eitt gott avrik á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Geza David Turi var á fyrsta sinni úttikin til eitt landslið í mars, men hann kom ikki á vøllin í Montenegro og Kekkia tá.

Í juni skuldi 24-ára miðvallarin byggja sín kropp upp í Onglandi, men nú er ein tyngri Geza Turi í føroysku landsliðsblusuni, og hann sá út til at trívast.

- Tað var stórt at spæla á Tórsvølli, og eisini tá man spælir móti sovornum spælarum sum Luka Modric. Eg fór bara inn og gjørdi mítt besta.

Fyri níggju døgum síðani var hann við at senda Manchester United í Carabao Cup, og nú er næsta stóra fetið tikið. Hóast hann iðrar seg um tapi  so fegnast Geza um føroyska avrikið. Og at tað loksins gjørdist til fyrstu landsliðsminuttirnar.

HM-undankapping 4. umfar: 
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
Føroyar - Kroatia 0-1 (0-1)
31' Andreij Kramaric 0-1

Føroyar (5-4-1): Mattias Lamhauge - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (68' Martin Agnarsson) - Árni Frederiksberg (75' Jóannes Bjartalíð), Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen (75' Geza David Turi), Hanus Sørensen (85' Adrian Rúnason Justinussen) - Meinhard Egilsson Olsen (68' Jóan Símun Edmundsson).

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder