Á sosialu miðlunum hjá Grimsby og hjá fleiri miðlum, verða rósandi orð ferð eftir ferð oyst yvir Geza David Turi.
Føroyski landsliðsmiðvallarin vann sær plássið á verjuklenda miðvøllinum hjá liðnum fyri jól, og hann er eisini byrjaður væl í 2026/2027.
Avrikið í málleysa javnleikinum móti Walsall leygardagin var so mikið gott, at hann bæði er á almenna vikuliðnum fyri League Two og tað samlaða fyri League Two, Leagur One og The Championship (fjórðsterkastu - næststerkastu deildirnar í Onglandi)
![]()
League Two-liðið fyri 2. umfar
Og samlaða liðið fyri professionellu deildirnar uttanfyri Premier League
Í Grimsby er man farin at óttast fyri, at Geza David Turi fer úr felagnum næsta summar, tá sáttmálin gongur út.
Tí avrikini hjá gøtumanninum eru so mikið sannførandi, og fleiri feløg vísa áhuga. Hetta vísir millum annað bolt.fo á við tilsiping til Grimsby Norge.
Tað er týðiligt, at Geza Turi nú er lyklaleikari í Grimsby, og sum skilst eru samráðingar í gongd um ein nýggjan sáttmála.
Grimsby hevur fýra stig fyri tveir dystir og hevur hildið málið reint í teimum báðum við Geza sum verjukendum miðvallara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald