Runan spríkti javnan úr undirlagnum, bólturin steðgaði púrasta upp í ávisum støðum, regnið og vindurin gjørdu um seg, og menn offraðu seg fyri hvørjum bólti.
Tað var satt FA Cup-huglag á fullsettu Blundell Park í dag, og sensatiónin lá allatíðina og lúrdi. Ta minna liðið stóð sum heild ikki aftanfyri: Grimsby hevði bóltin meira, hevði væl fleiri horna, skapti nakrar ógvuliga vandamiklar støður og tordi at vera til staðar.
Tað gjørdi Geza David Turi so sanniliga eisini á sentrala miðvøllinum. Umstøðurnar vóru ikki lættar, men nummar 15 megnaði javnan at endurvinna bóltin fyri Grimsby, at halda álopum í gongd og eisini at forða Meteus Mané og hinum hjá Wolves at veruliga sleppa avstað.
Geza var við at skapa onkrar vandastøður, og sum heild var 24-ára gamli gøtumaðurin ein av teimum meira eyðsýndu í stóru uppgávuni hjá League Two-liðnum: Hann prógvaði seg móti Premier League-mótstøðuni og varð eisini kosin besti maður hjá Grimsby.
![]()
Geza David Turi tá hann kom til leikvøllin í dag - føroyski landsliðsmiðvallarin prógvaði seg aftur í dag (Mynd: Grimsby Town Football Club)
Tíverri skoraði Wolves einasta málið í dystinum. Hetta var eftir eitt langt innkast, tá beint undir ein tími var spældur.
Heimaliðið hevði stóran møguleika at leggja seg á odda tíðliga í dystinum og ein stóran møguleika móti endanum, men tað endaði 0-1. Harvið er FA Cup-ferðin hjá Geza og Gimsby av - men liðið fall við æru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald