Fótbóltur

Geza stóð sterkur í myndini í fyrsta landskappingardystinum hjá Grimsby

Spældi á sentrala miðvøllinum allar 90 minuttirnar, tá Grimsby vann á Exeter og fær rós fyri avrikið.

Geza Turi var allastaðni á vøllinum í sigrinum (Mynd: Grimsby Town)

Geza Turi var allastaðni á vøllinum í sigrinum (Mynd: Grimsby Town)

2026-08-17 20:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Megnaravrik; hann stýrdi dystinum
- Reinur klassi: Missur so at siga ongantíð bóltin og "drívur" hann væl frameftir
- Fyri meg var hann dagsins spælari: eitt annað støði enn aðrir á vøllinum.

Hesar eru bara nakrar av vøkru viðmerkingunum, sum Geza David Turi fær frá Grimsby-fjepparum eftir avrikið móti Exeter leygardagin. Hann hevur vunnið sær virðing í enska "havnabýnum".

Hæddarpunkt frá dystinum síggjast her: 



Talan var um fyrsta landskappingardystin í fjórðbestu ensku deildini, har føroyingafelagið legði fyri við 1-0 sigri.

Tað sær út til at Geza, sum veruliga fekk fótin fyri seg út á kappingarárið 2025/2026, fær lyklaleiklut á miðvøllinum hetta kappingarárið.

Tølini frá dystinum vístu eisini, at 24-ára gamli gøtumaðurin vann nógvar bóltar móti Exeter og eisini var tryggur á bóltinum.

Næsta uppgávan er á útivølli móti Walsall leygardagin 22. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder