Fyrst í juli fer ungi víkingurin Geza David Turi at royna seg í ungarskum felagi.
Hann er føddur í Ungarn, hevur ungarskt pass, og búði har tey fyrstu árini av sínum lívi. Í 2006 fór pápin at spæla við GÍ, og Geza Tamas Turi og familjan vórðu verandi í Norðagøtu.
Geza David Turi hevur ment seg í Víkingi og er skrásettur fyri 50 dystir í 1. deild. Í fjør byrjaði tekniskt gávaði sentrali miðvallarleikarin at gera vart við seg í Betrideildini, og í ár hevur hann verið fastur og eyðsýndur á liðnum hjá Víkinigi, sum í løtuni er á øðrum plássi í Betrideildini og í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
(Mynd: Sverri Egholm)
Geza er bert 19-ára gamal, og higartil hevur hann 27 dystir í Betrideildini, umframt seks í kappingini um Løgmanssteypið. Spurningurin er, um hann fer at spæla fleiri eftir summarsteðgin.
Fyrst í juli mánaða skal miðvallarin royna seg í Pécsi MFC, sum í løtuni liggur á fjórða plássi í næstbestu deildini í Ungarn.
Hetta hevur Portalurin fingið upplýst.
Felagið hevur heimstað í Pécs, sum er fimtstørsti býur í Ungarn, og spælir á einum leikvølli við plássi fyri 7.000 áskoðarum. Í fjør endaði liðið nummar fýra, og meðan summarstegður er í føroysku kappingini, fær Geza David Turi møguleikan at vísa seg fram í felagnum í níggju dagar.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald