
31. januar varð Geza David Turi kunngjørdur sum nýggur spælari hjá Grimsby Town. Felagið í fjórðbestu ensku deildini keyptu 23-ára gamla føroyingin frá føroyameistarunum Víkingi.
Les eisini: Geza kunngjørdur í Grimsby
Geza hevur tó ikki spælt í teimum trimum dystunum hjá liðnum í februar - sum allir eru endaðir við sigri - ei heldur hevur hann veruliga fingið vant saman við liðfeløgunum.
Orsøkin er nakað, sum spælarin kennir heldur nógv til: Vantandi pappírir/loyvi.
Honum væntað eitt sonevnt "visa". Sum vit hava skilt, er talan um um arbeiðsloyvi. Hetta gjørdi, at fyrstu vikurnar í februar hava verið heldur rótutur hjá Geza Turi.
Les meira um støðuna HER
Nú burdi alt verið í lagi. Grimsby hevur í dag lagt mynd út og staðfest, at visa hjá nýggja spælaranum er uppá pláss, og at hann vandi við fyrrpartin.
Geza við bóltinum til Grimsby-venjing, týsdagin 18. februar (Mynd: Grimsby Town Football Club)
Harvið burdi Geza David Turi eisini verið heilt tøkur til heimadystin móti Fleetwood Town leygardagin (22. februar).
Grimsby er nummar níggju av teimum 24 liðunum í League Two, nú 15 umfør resta í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald