Fótbóltur

Geza kunngjørdur í Grimsby

Liðið í fjórðbestu ensku deildini hevur keypt 23-ára gamla miðvallaran frá føroyameistarunum. Víkingur missir harvið lyklaleikara - Geza Turi hevur skrivað undir sáttmála fyri tvey og eitt hálvt ár í spennandi nýggja felagnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-01-31 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í desember kom endaliga váttanin um, at Geza David Turi er danskur ríkisborgari og harvið kann spæla landsdystir fyri Føroyar.

Tað er óvæntað, um 23-ára gamli gøtumaðurin við ungarskum rótum ikki fær sínar fyrstu landsliðsminuttir síðst í mars. Geza gevur verið profilur hjá Víkingi og í Betrideildini seinastu fýra árini, har hann millum annað hevur verið ársins ungi spælari einaferð (2021) og umráðandi partur av steypagulli (2022) og FM-heitið (2024) 

Áhugi hevur verið úr fleiri londum, og Geza hevur partvíst bíðað eftir, at passið var uppá pláss.

[object Object]
Geza David Turi fegnast um, at hann endaliga á pappírinum er føroyingur og kann umboða føroyska landsliðið

Í november nevndi Geza David Turi fyri Portalinum, at Ongland og ein lægri deild har var ein møguleiki. Grimsby Town, sum hevur havt umboð í Føroyum fyri at hyggja eftir Geza, helt fast í áhuganum, og so var ikki ósannlíkt, at eitt skifti kom í lag í vetur.

Tað er tað, nú tríggir dagar eru eftir av flytingarvindeyganum í Onglandi, og Grimsby hevur í kvøld kunngjørt sín nýggjasta spælara - hetta við serstøkum videobroti við víkinga-tema sum sæst ovast.

[object Object]

Sum aðrir miðlar hava skrivað, so kom ein avtala í lag millum Víking og Grimsby Town fyri fleiri 100.000 krónur síðsta vikuskifti.

Í gjár kom Geza til Grimsby, har tað seinasta kom uppá pláss. Tekniskt gávaði miðvallarin hevur, sambært gtfc.co.uk, skrivað undir sáttmála til og við summarið 2027 við felagið, sum er á 10. plássi í fjórðbestu ensku deildini.

League Two er sum heild ein sterk deild og helst eisini ein góður sýnisgluggi víðari. Julian Johnsson spældi kappingarárið 2001-2002 á sama stigi - við Hull City. Gunnar Nielsen hevur nakrar minuttir í Premier League og var, umframt Manchester City-tíðina, við í hópinum hjá Blackburn.

Annars er tað óvanligt, at føroyingar spæla vaksnamannafótbólt í Onglandi. Jóan Símun Edmundsson (Newcastle), Andrias Edmundsson (Sunderland) og Ingi Højsted (Arsenal og Brimingham ) eru tó spælarar, sum hava spælt eykaliðsfótbólt í fótbólts mótðurlandið, umframt at fyrstnevndi spældi eitt stutt skifti í Gateshead, ið spældi eina deild lægri enn Grimsby er nú.

Har skal Geza David Turi næstu tíðina menna seg víðari. Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at hann er ikki tøkur til dystin móti Bromley í morgin, leygardagin. Seinastu pappírini á hesum økinum skulu koma uppá pláss, og so kann fyrsti dysturin hjá Geza í Onglandi ístaðin koma á heimavølli um átta dagar móti Carlisle.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder