Hondbóltur

Gidsel heimsins besti – triðja árið á rað

Francisco Costa úr Portugal er besti ungi mannligi hondbóltsleikari – men Óli Mittún fekk flest atkvøður frá fjepparunum.

Mathias Gidsel (Mynd: EPA)

Mathias Gidsel (Mynd: EPA)

2026-02-13 12:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast Óli Mittún vann atkvøðugreiðsluna millum fjeppararnar, so er tað ikki hann, ið verður kosin heimsi besti ungi leikari á hesum sinni. Tað verður ístaðin portugisin Francisco Costa.

Heimsins besti mannligi hondbóltsspælari yvirhøvur, er høgri bakkurin hjá Fücshe Berlin og danska landsliðnum, Mathias Gidsel. Hetta er triðja árið, at Gidsel verður kosin heimsins besti. Tað er ongantíð hent fyrr, at sami leikari hevur fingið heiðurin í trý fylgjandi ár. Hesaferð vann Gidsel framman fyri liðfelagan í málinum hjá danska landsliðnum, Emil Nielsen.

Heimsins besti kvinnuligi hondbóltsleikari, er norska Henny Reistad, sum spælir við danska felagnum Team Esbjerg. Hon vann framman fyri Bruna de Paula úr Brasil og norska málverjanum Katrine Lunde.

Ársins bestu ungu hondbóltsleikarar eru týska Viola Leuchter (Odense Håndbold) hjá kvinnunum og portugisiski Francisco Costa (Sporting CP) hjá monnunum. Í atkvøðugreiðsluni fekk føroyski Óli Mittún fleiri atkvøður frá fjepparunum enn Costa, men samanlagt varð portugisin kosin heiðurin.

Atkvøðugreiðslan millum fjepparar telur bert ein triðing, tá talt verður saman. Atkvøðurnar hjá landsliðsvenjararunum til endakappingarnar telja ein triðing, meðan serliga venjaranevndin hjá altjóða hondbóltssambandinum, IHF, vigar ein triðing í samanteljingini.

Í 2023 varð Elias Ellefsen á Skipagøtu kosin til heimsins besta unga leikara.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder