Hondbóltur

Gilli er ikki við í Norðragøtu

Landsliðsspælarin er sjúkur, men TB hevur fleiri nýggjar spælarar við. Víkingur hevur allar spælarar tøkar: Arnbjørn Svensson er á sentrala miðvøllinum og Martin Klein Joensen fremst.

Eingin Gilli Rólantsson í TB-upphitingini, men póllendingurin Chris Jastrzembski er ein av teimum, sum er við (Mynd: Sverri Egholm)

Eingin Gilli Rólantsson í TB-upphitingini, men póllendingurin Chris Jastrzembski er ein av teimum, sum er við (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-01 16:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 17 bríkslar Dagfinn Forná fyrsta dystin í Betrideildarumfarinum í gongd. Víkingur tekur ímóti TB, og steypavinnararnir eru stórfavorittar. 

Á dómaraseðlanum loypir tað serliga í eyguni, at Gilli Rólantsson Sørensen ikki er við. Afturvendi landsliðsspælarin er sjúkur - hetta skrivaði bolt.fo eisini fyri løtu síðani. Fleiri landsliðsspælarar vóru darvaðir av sjúku í Moldova og Norðurmakedónia og fleiri hava vant lítið, síðani teir komu aftur. 

[object Object]
Dómaraseðilin til dystin í dag (Mynd: FSF/bolt.fo)

[object Object]
Gilli í landsdysti í Moldova fyri átta døgum síðani. Hann og fleri landsliðsspælarar hava verið darvaðir av fepri og øðrum seinastu dagarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Gilli Rólantsson hevur fepur, og harvið bíðar almenna afturvendanin til føroyskan fótbólt eitt sindur. TB hevur tó fýra nýggjar spælarar í byrjanaruppstillingini, í mun til í 1. umfari í Klaksvík. Allir eru útlendingar. Musah Armah hevur verið í TB í trý kappingarár, Chris Jastrzembski var við B68 í 2021, men serbiski áleyparin Simeon Petrov og norski miðvallarin Markus Thorberg eru heilt nýggir í føroyskum fótbólti.

Áhugavert er eisini, at serbiski venjarin Zoran Pavlovic framvegis ikki hevur loyvini loyvini uppá pláss. Karl Øster stendur harvið enn sum høvuðsvenjari, og Ndende Adama Gueye er hjálparvenjari.

Hjá Víkingi eru so at siga allar tøkir. Allir uttan strandingurin á høgra bakki Ari Olsen eru lokalir - Arnbjørn Svensson verður á sentrala miðvøllinum Geza Turi og Sølva Vatnhamar. Víkingur skal fáa stig eftir vónbrotið í fyrsta umfari móti B36.

Beinleiðis dagføring er á forsíðuni hjá Portalinum - í samstarvi við dystir.fo. Vit hava myndir og annað tilfar frá dystinum nakað aftaná síðsta bríksl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder