
Tíðiliga í januar kunngjørdi Odds BK, at Jan Frode Nornes ikki longur er høvuðsvenjari í felagnum eftir bert eitt heilt kappingarár.
Odds endaði nummar 13 av 16 liðum í Eliteserien í fjør. Liðið, ið hevur millum annað tvøramannin Gilla Rólantsson Sørensen tilknýttan, byrjaði kappingarárið 2021 væl, men í seinnu hálvu var gongdin tung, og í felagnum varð hildið, at tørvur var á nøkrum øðrum.
Nornes er, eins og gamli ítróttarstjórin, ikki longur í felagnum, sum í gjár kunngjørdi nøvnini á teimum báðum, ið eru settir í størvini ístaðin. Talan er um Pål Arne Johansen og Morten Rønningen. Rønningen er fluttur upp í felagnum til hendan nýggja leiklutin; Johansen er komin úr starvi í norska fótbóltssambandinum, har hann millum annað hevur verið venjari hjá elstu landsliðunum á mannfólkasíðuni.
Maðurin, ið vanliga verður nevndur Paco, er 44 ára gamal og var millum annað venjari hjá U20-landsliðnum, sum í 2019 var til HM-endaspælinum. Ein av leikarunum, ið var við tá, var Erling Braut Hålaand. Paco hevur eisini verið knýttur at ymsum venjaraútbúgvinum, ið norska fótbóltssambandið skipar fyri, og fleri føroyskir venjarar hava verið til fyrilestrar við honum.
Gilli, sum er undir uppvenjing í løtuni, hevur fingið nýggjan venjara (Mynd: Sverri Egholm)
Hann varð á tíðindafundi fyri løtu síðani í Skien alment vístur fram um Odds-venjari. Áður hevur Pål Arne Johansen verið hjálparvenjari hjá norska kvinnulandsliðnum og hjá besta mansliðnum hjá pólska stórfelagnum, Legia Warszawa. Hetta starvið í Odds BK verður hansara fyrsta sum høvuðsvenjari í einum felagi.
Gilli Rólantsson spældi tjúgu dystir í bestu norsku deildini í fjør. Hann skoraði eitt mál og legði upp til trý. Hetta var fyrsta kappingarárið hjá 29-ára gamla bakkinum/vonginum í Skien. Gilli skifti úr Brann Bergen síðsta vetur, og fyrr í vetur var hann undir skurði fyri skaða í lærkrikanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald