Fótbóltur

Gilli skal hava nýggjan venjara

Jan Frode Nores varð á heldur løgnan hátt koyrdur frá sum høvuðsvenjari í vikuskiftinum, og liðið hjá Gilla Rólantssyni skal harvið hava nýggjan venjara og ítróttarstjóra.

Støðan í felagnum hjá føroyska landsliðsleikaranum er óviss í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

Støðan í felagnum hjá føroyska landsliðsleikaranum er óviss í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-12 15:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leikararnir hjá Odds BK møttu aftur til venjing í dag eftir vetrarsteðg, men Jan Frode Nornes var ikki staðar, sum hann annars hevur verið seinstu 15 árini, tá felagið er farið í gongd aftur. 

Frá 1999 til 2006 spældi Nornes við tí, sum tá hevði navnið Odd Grenland. Stutt eftir, at hann gavst at spæla, gjørdist maðurin, ið er uppvaksin í Vestfold og Telemark-økinum, har Skien eisini er. Odds BK, eisini bara nevnt Odd, hoyrir heima í Skien, og tað hevur verið fótbóltsliga heimið hjá nú 49-ára gamla norðmanninum í næstan 25 ár samanlagt. Tað var tað fram til leygardagin, tá hann á sínum føðingardegi varð uppsagdur.

[object Object]
Tíðindini um Jan Frode Nornes komu út í vikuskftinum - á føðingardegi hansara. Støðan í Odd er í løtuni óviss.

Odds BK vildi ikki viðurkenna, at talan var um eina uppsøgn av manninum, sum frá 2008 til nakað inn í 2020 var hjálparvenjari hjá besta liðnum. Heldur var talan um eina støðu, ið var vorðin greið: At tørv var á at fáa ein annan persón inn til starvið sum høvuðsvenjari hjá liðnum, ið millum annað Gilli Rólantsson spælir fyri. Jan Frode Nornes fekk bjóða at halda fram í felagnum í øðrum leikluti, men tað gjørdi hann greitt, at hann ikki ynskti, og harvið er hann - eins og ítróttarstjórin - fortíð í Eliteserie-felagnum.

Nornes tók við sum fyribils venjari í 2020, og liðið endaði mitt á stigatlavuni  - nummar sjey. Í fyrru hálvu í ár gekst væl, og Odds var eitt tíðarskeið við í kappingini um evropeisku plássini, men í seinnu hálvu gekst illa, og Odds endaði nummar ellivu av 14 liðum. Tað var eitt pláss, men tó sjey stig, frá niðurflytingarstrikuni. Ringa gongdin fekk avleiðingar fyri høvuðsvenjaran, og nú verður dúliga gitt í norskum miðlum um, hvør man fara a taka yvir í Skien.

Gilli Rólantsson Sørensen er í løtuni undir uppvenjing eftir skurðviðgerð í lærkrikanum. Skaðin gjørdi at tvørmaðurin ikki var við í seinastu landsdystunum í ár. Gilli hevur spælt yvir 100 dystir í bestu norsku deildini - megnpartin við Brann - og hevur sáttmála við Odd eitt ár afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder