Dysturin týskvøldið er sera umráðandi. Ikki tí at Føroyar og Malta spæla um eitt pláss í EM-endaspælinum næsta ár, men tí bæði liðini vilja ikki enda aftast í bólkinum, og fyri føroyingar snýr tað seg um at svara eftir tyngjandi tapið á Malta í mars og at koma á talvuna í hesa undankappingini. Eftir nakrar truplar mánaðir er føroyska liðið svangt eftir at fáa tað at gleppa. Lars Olsen vil eisini ógvuliga fegin fáa ein sigur í sínum seinasta heimadysti sum føroyskur landsliðsvenjari.
Samrøða við Lars Olsen eftir dystin í gjárkvøldið
Lars Olsen segði í hesari samrøðuni, at Brandur Hendriksson Olsen í hálvleikinum segði, at tað strammaði í baklærinum, og at miðvallarin tjúgu minuttir fyri tíð gav boð um, at hann noyddist út. Landsliðsvenjarin gjørdi tó greitt, at Brandur helst verður til reiðar til týskvøldið, tí einki er farið í baklærinum. Hetta váttaði leikarin sjálvur fyri Portalinum. 23-ára gamli leikarin úr FH segði, at hann føldi eitt prik í baklærinum, og tí bað hann um útskifting. Talan var tó ikki um nakað slysni ella um eina fipur, so Brandur Hendriksson, ið aftur í gjár stóð seg sera væl, væntar og vónar , at hann spælir móti Malta.
Tað var 0-0, tá Brandur Hendriksson Olsen noyddist av vøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
Tað ger Gilli Rólantsson ikki. 27-ára gamli leikarin úr Brann hevur sitið fast á plássinum á høgra bakki/ vongbakki síðani Nations League-dystin móti Aserbadjan fyri einum ári síðani. Gilli var tó ikki við móti Svøríki og Spania í seinasta mánaði orsakað av heilaskjálvta. Tvøramaðurin fekk eitt heldur bíligt gult kort tjúgu minuttir fyri leiklok í gjárkvøldið, og harvið hevur hann trý gul kort í ár. Hetta hevur við sær at Gilli ikki kann spæla móri Malta týskvøldið, og hann er tann fyrsti hjá Føroyum, sum hevur leikbann í hesari undankappingini.
Jóan Símun Edmundsson spældi bert eitt korter í gjár, og alt bendir á, at toftmaðurin verður millum teir fyrstu ellivu týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald