1. umfar í Superliguni er spælt um vikuskiftið, og ein av dystinum var AGF-Vejle. Vejle er uppflytari og hevði føroyskan landsliðsspælara á vøllinum allan dystin.
Gilli Rólantsson Sørensen hevur í summar skift til Vejle úr TB. 30-ára gamli tvøramaðurin spældi allar 90 minuttirnar á høgra vongbakki. Hetta var fyrsti dysturin hjá Gilla í Danmark síðani 2016. Hann hevur síðani spælt í nógv ár í Noregi og síðstu mánaðirnar við barndómsfelagnum TB Í Betrideildini.
Nú spælir Gilli Rólantsson við einum uppflytara í bestu donsku deildini, og Vejle byrjaði kappingarárið við teprum ósigri. Einasta málið í dystinum kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Tobias Bech skoraði, eftir at Vejle-verjan ikki fekk ruddað bóltin burtur.
Gestirnir royndu at trýsta eftir steðgin, men Vejle spældi seinasta hálva tíman í Aarhus við tíggju monnum, tí Tobias Lauritsen fekk beinleiðis reytt kort í 59. minutti við vandamiklari takkling.
Vejle spælir aftur ólavsøkudag, tá FCK kemur á vitjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald