Fótbóltur

Gilli og Vejle hava slitið samstarvið

Orsøkin er serliga vantandi spælitíð, skrivar Vejle á heimasíðu sínari í morgun. 31-ára gamli tvøramaðurin við 65 A-landsdystum er harvið fyribils sáttmálaleysur til 2024.

2023-12-20 08:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í summar skifti Gilli Rólantsson Sørensen til Vejle Boldklub eftir nakrar mánaðir heima í TB. Hann skuldi geva liðnum í sunnara parti av Jútlandi royndir og meira kapping á bakkplássunum.

Bakkurin byrjaði inni í fýra teimum fyrstu dystunum hjá uppflytarunum í Superliguni, men síðani Gilli spældi í seks av teimum fyrstu sjey dystunum hevur hann ikki spælt ein minutt í Superliguni. Orsøkin til avgerðina um at slíta sáttmálan liggur mest í júst spælitíðini - Gilli Rólantsson var eisini darvaður av skaða í heyst.

- Felagið skilir støðuna hjá Gilla: At hansara vantandi spælitíð og nakað av tíð burtur frá liðnum hava merkt, at tíðin hjá Gilla í Vejle Boldklub tíverri ikki hevur eydnast so væl, sum bæði eg og Gilli høvdu vónað, tá sáttmálin varð gjørdur. Av somu orsøk, og við flytingarvindeyganum í januar í huga, er tað tí best fyri báðar partar, at vit enda samstarvið nú.

Soleiðis sigur Marius Adrian Nicolae, ítróttarstjóri i Vejle Boldklub, við vejle-boldklub.dk í morgun. Ítróttarstjórin leggur eisini dent á, at Gilli Rólantsson hevur havt eina góða ávirkan í Vejle sum liðfelagi: Við sínum royndum og ráðum, hørðum arbeiði og jaligari áskoðan.

Tað vóru eisini slíkt, sum Gilli Rólantsson fekk rós fyri at gera í TB í fyrru hálvu. Aldursforsetin fekk 15 stig í tíðini, sum maðurin við 65 A-landsdystum var har. Í seinnu hálvu fekk TB eitt stig og flutti niður. 

[object Object]
Gilli Rólantsson Sørensen spældi 13 dystir fyri barndómsfelagið i fyrru hálvu í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Tað sigst, at møguleiki er fyri, at Gilli Rónatsson Sørensen vendir aftur til barndómsfelagið nú, hóast liðið er í 1. deild. Tað hevur Portalurin fingið upplýst frá nøkrum keldum - áðrenn kunngerðina í morgun. Hetta var eisini frammi í sendingini "Fótbóltsprát" í Kringvarpinum mánadagin.

Í øllum førum er tað nú greitt, at ein av teimum heilt royndu landsliðsspælarunum er sáttmálaleysur fyri 2024. Avtalan millum Gilla og Vejle var annars galdandi til summarið 2024. Hann spældi ein steypadyst, umframt teir seks omanfyrinevndu Superliga-dystirnar. Vejle fór út úr steypakappingini móti Hørði Askham og AB. Liðið er næstniðast í Superliguni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder