Tað verður í reyðum, at Gilli Rólantsson næsta árið fer at spæla fótbólt í. Hann hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við Vejle Boldklub, sum spælir í donsku superliguni.
Gilli Rólantsson kom annars heim til barndómsfelagið TB undan hesum kappingarárinum, og tað hevur gingið væl. TB hevur 15 stig í landskappingini og hóast bjargingin als ikki er tryggjað, liggur liðið væl fyri í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting.
(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
- Eg eri errin og taksamur fyri møguleikan at sleppa til Vejle Boldklub. Hetta er eitt felag við søgu og ein býur við brennandi huga fyri fótbólti. Eg klári næstan ikki at bíða til at koma í gongd. Eg eri liðspælari og eri komin til at brúka mínar royndir og halgan til fótbólt, sigur 30 ára gamli Gilli Rólantsson við heimasíðuna hjá felagnum.
Longu í dag venur Gilli Rólantsson við Vejle Boldklub.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald