Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson, er nú byrjaður aftur at venja eftir at hann varð raktur av korona-virus.
Í gjár legði føroyingurin, sum hevur sáttmála við norska felagið SK Brann, út eina dagføring á sosialu miðlunum, har hann venur á eini ergometur-súkklu.
”So byrji eg ... upp á pre season nr. 3 í ár og okur snakka 26. august í dag!”, skrivaði Gilli á Instagram.
Stavanger Aftenblad hevur verið í samband við læknan hjá Brann, Magnus Myntevik.
- Gilli hevur havt eitt hart tørn. Hann hevur verið sjúkur leingi. Hetta er dømi um, at korona ikki er at spæla við, sigur Magnus Myntevik við Stavanger Aftenblad.
Tað var 14. august, at Brann váttaði, at Gilli Rólantsson hevði fingið covid-19. Tá hevði hann longu verið avbyrgdur í hálvaaðru viku.
- Hann hevur nú verið frískur í tríggjar dagar, og er komin úr sóttarhaldinum. Hann venur heima og súkklar eisini heima. Hann má hava eina negativa test, áðrenn hann sleppur at venja saman við hinum. Við bíða eftir tí svarinum, sigur Myntevik.
Brann fekk fyri kortum nýggjan venjara, Kåre Ingebrigtsen, ístaðin fyri Lars Arne Nilsen, ið varð koyrdur úr starvinum 3. august. Gilli hevur sostatt ikki fingið høvi at heilsa upp á nýggja venjara sín enn, skrivar Stavanger Aftenblad.
Eftir 15 dystir liggur Brann í løtuni miðskeiðis á stigatalvuni við 21 stigum. Gilli Rólantsson hevur bert spælt fimm dystir higartil í hesum kappingarárinum.
Tá Håkan Ericsson fyrr í vikuni tók út føroyska landsliðshópin til komandi tveir dystirnar í Nations League, var Gilli Rólantsson ikki við orsaka av sjúkustøðu hansara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald