Tað hevur verið eitt tungt ár hjá 27-ára gamla tvøramanninum í Brann. Hann hevur ikki spælt nógv; leikluturin mest verið sum innskiftari, og Gilli hevur verið settur í samband við eitt skifti.
Í gjár byrjaði hann inni, tá Brann vitjaði í Lillestrøm. Hetta var fyrstu ferð síðani Europa League-dystirnar móti Shamrock í juli. Gilli Rólantsson spældi 75 minuttir á vinstra vongi, og hann skoraði til 3-1 fimm minuttir inn í 2. hálvleik.
Gilli hevur spælt fast á høgra bakki á landsliðnum seinastu átta dystirnar, og hann verður allarhelst aftur at síggja á tí plássinum hóskvøldið, tá Føroyar spæla móti Svøríki á Tórsvølli.
Fótbóltur
Gilli skoraði í Brann-sigri
Tvøramaðurin byrjaði inni í gjár og takkaði fyri álitið.
Gilli Rólantsson Sørensen í dysti móti Kosovo í fjør - Mynd: Jens Kr. Vang
2019-09-02 09:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald