Fótbóltur

Video: Gilli skoraði sítt fyrsta mál fyri Odds

Talan var um perlumál - eitt drønskot úr 25 metrum - í heimadystinum móti Rosenborg, ið endaði 2-2.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-07-06 13:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin spældu Odds BK og Rosenborg á Skagerak Arena í Skien. Talan var um dyst í 11. umfari í Eliteserien. Útiliðið kom á odda í 17. minutti, tjúgu minuttir seinni varð 1-1, men liðið hjá Åge Hareide legði seg aftur á odda í yvirtíðini í 1. hálvleiki. 1-2 helt heilt til 90. minutt, tá Odds fyri aðru ferð í dystinum fekk javnað og harvið tryggjað sær eitt stig.

1-1 málið var nakað serligt. Tað va sera vakurt, tá nummar 11 hjá teimum hvítkløddu fekk bóltin eftir mistak í Rosenborg-verjuni. Hann valdi, úr áleið 25 metrum, at taka eina lítla nerting og síðani smekkað til. Skotið hjá tvøramanninum fór beint upp í málhornið, og so kundi hann stórfegnast.

Málið sæst frá 1.11 í videobrotinum omanfyri, ið Rosenborg eigur

Talan var um fyrsta málið hjá Gilla Rólantssyni í sínum nýggja felagi. Hetta var skrásetti dystur nummar níggju sum Odds BK-leikari hjá 28-ára gamla landsliðsleikaranum, ið skoraði eitt dreymamál og varð kosin dagsins leikari hjá heimaliðnum.

Í hesum sambandi hevði youtube-síða felagsins viðtalu við Gilla eftir dystin. Eftir nakað av órógvi við telefonini hjá tvøramanninum, fekk Gilli sagt, at hann, tá hann fekk bóltin, bara hugsaði at í so góðari støðu varð hann noyddur at royna seg. Gilli Rólantsson segði seg annars ikki vera nøgdan við fyrstu stóru løtuna, ið Rosenborg stýrdi; meira nøgdur var hann við hugburðin, ið liðið vísti við at koma aftur í dystin, og í 2. hálvleiki sat Odds á tí, segði maðurin ið spældi á høgra vongi í 85 minuttir. 


Gilli fekk eitt gávukort frá Domino's pizza - pizza er nakað, ið tvøramaðurin sigur seg bert eta eftir dyst, tá kroppurin hevur brúk fyri at inntaka nógvar kaloriur aftur

Gilli Rólantsson segði seg eisini stórtrívast í nýggja felagi sínum. Nú snýr tað seg um at koma í toppform og at vinna dystir í bestu norsku deildini. Útjavnandi málið hjá Tobias Lauritsen, ið kom inn fyri Gilla fimm minuttir frammandundan, fekk Odds upp á 16 stig fyri tíggju dystir. Tað er eins nógv stig sum Rosenborg, men uppá tveir dystir færri, og liðið hjá Gilla, sum er á 7. plássi, hevur færri stig, enn øll tey sum eru omanfyri á stigatalvuni. Næsti dystur er sunnudagin 11. juli -  á útivølli móti oddaliðnum Molde.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder