Fótbóltur

Gilli til B68

23-ára gamli havnarmaðurin hevur spælt 50 dystir á hægsta stigi í Føroyum - umframt tríggjar evropeiskar dystir - og hevur skorað tíggju mál. Skjóti vongurin hevur skrivað undir tvey ára sáttmála á Svangaskarði.

Gilli Samuelsen er triði nýggi leikarin, ið B36 fær inn - her saman við Øssuri Hansen, høvuðsvenjara (Mynd: B68 Tofta Ítróttafelag)

Gilli Samuelsen er triði nýggi leikarin, ið B36 fær inn - her saman við Øssuri Hansen, høvuðsvenjara (Mynd: B68 Tofta Ítróttafelag)

2021-12-22 09:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru tvey og eitt hálvt ár síðani seinast, men nú er ikki leingi til Gilli Samuelsen aftur skal spæla í Betrideildini. 

Hetta er greitt, eftir at B68 í gjárkvøldið kunngjørdi, at tvey-ára sáttmáli er gjørdur við havnarmannin, sum er uppvaksin í B36, men sum í fyrru hálvu av 2018 og í 2020 spældi við 07 Vestur. Skjóti vongleikarin hevur røtur vestureftir, og skoraði samanlagt ellivu mál í 07 Vestur-búnanum.

Gilli hevur annars spælt við barndómsfelagnum - í fjør í 1. deild - og hann hevur verið eitt sindur í Danmark seinastu árini. 23-ára gamli maðurin hevur spælt 43 dystir í Betrideildini og sjey í kappingini um Løgmanssteypið - umframt tríggjar evropeiskar dystir - har hann samanlagt hevur skorað tíggju mál. 

Nú skal hann royna seg í reyðum og svørtum. Tað skal Gilli millum annað saman við gamlu liðfeløgunum Lukasz Cieslewicz og Róa Mørk Hentze, ið komu til felagið ávíkavist undan og miðskeiðis í síðsta kappingarárið, og eiisni tveimum nýggjum leikarum, ið B68 hevur kunngjørt fyrr í mánaðinum: 25-ára gamla danska áleyparanum Mattias Lau Nielsen, ið kemur úr Holstebro, og 36-ára gamla spanska verjuleikaranum Pedro Tarancon Anton, ið spældi við Skála í 2021 og sum ikki er heilt ókendur á Toftum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder