Fótbóltur

Gjørdist spennandi í stevnudystinum

AB minkaði um munin í 86. minutti og hótti oddaliðið. KÍ vann tó 2-1, hevur framvegis fult stigatal og hevur nú økt um munin í oddinum til tíggju stig.

Oddaliðið við fullum stigatali seinastu løtuna at stríðast av øllum alvi fyri at halda botnliðnum, sum ikki hevur vunnið í ár, frá at javna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Oddaliðið við fullum stigatali seinastu løtuna at stríðast av øllum alvi fyri at halda botnliðnum, sum ikki hevur vunnið í ár, frá at javna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-03 21:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum tvær ferðir fyrr í ár, vóru KÍ-áskoðarnir á pínubonkinum seinastu løtuna, tá føroyameistararnir tóku ímóti liði úr niðaru hálvu av stigatalvuni. Eins og síðsta vikuskifti tapti AB 2-1 á útivølli fyri topp-trý liði, og var eisini ógvuliga nær við at javna til seinast í Norðoyastevnudystinum. Hetta var fyrsti dystur í 12. umfari.

KÍ tyktiskt annars at hava fullkomiligt tamarhald á støðuni. Heimaliðið skoraði miðskeiðis í fyrra hálvleiki og miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tað var danin Claes Kronberg, sum við sínum sætta máli í ár legði KÍ á odda, eftir at Árni Frederiksberg spældi hann leysan. Tað var Árni sjálvur, sum økti eftir 65 minuttir. Teir í bláum fóru í kontra, Luc Kassi legði yvir til høgru, og so takklaði Sam Pollard bóltin. Bakkurin rakti tó Sivert Gussiås á vegnum, og so var brotsspark. 

Norski áleyparin kom á vøllin tíðliga í dystinum, eftir at toppskjúttin og besti spælarin í Betrideildini higartil, Páll Klettskarð, hevði meitt seg. Oddaliðið kom í nógavr góður støður gjøgnum dystin, men tað vantaði ofta, at man var heilt skarpur, tá síðsta alveringin ella temjingin skuldi gerast - ella sjálvt skotið skuldi takast. Her var nakað av sakni í Pálli.

Alt bendi tó á, at ein rímiliga tryggur Norðoyastevnusigur skuldi koma í hús, og at KÍ fór at røkka 39 stigum. Tað seinna eydnaðist eisini, men tað gjørdist tepurt í góðveðrinum við Djúpumýru, har nógvir áskoðarar vóru.

AB hevði arbeitt hart allan dystin. Botnliðið tyktist at vera væl skipað undir leiðslu av Morteni Overgaard, men argjamenn hóttu tó ógvuliga sjálvdan. Tá fimm minuttir vóru eftir kom fríspark tó inn í KÍ-brotsteigin, ið heimaliðið ikki fekk ruddað burtur. So var íslendingurin Viktor Helgi Benediktsson til reiðar og minkaði um munin. Líka sum AB-spælararnir vóru heldur ónøgdir við brotssparki, so vóru KÍ'arnir nú ónøgdir, tí teir hildu, at at ein AB-spælari í rangstøðu órógvaði Hannis Matras.

2-1 og í næsta álopinum, eftir nakað av órógvi í brotsteignum hjá heimaliðnum, rakti Santiago Lebus samankomingina, tá argentinin fekk skot á. Stóri og sterki verjuspælarin Ramzi Toure Idrissou fór í álopið at spæla, og í 90. minutti slapp hann innum Heina Vatnsdal men skeyt í síðunetið úr spískum.

KÍ reið stormin av seinastu løtuna, men pent var tað ikki samanlagt. Hetta merkir tó ikki nakað fyri úrttøkuna - liðið hevur framvegis fult stigatal eftir 13 dystir, og nú eru tíggju stig niður til HB, sum spælir á Toftum í morgin. AB kann aftur taka eit gott avrik við sær. Næsta vikuskiftið skulu tó stig á kontuna, tá ÍF vitjar.

Betrideildin menn 12. umfar
Í kvøld, leygardagin 03.06
KÍ - AB 2-1 (1-0)
22' Claes Phillip Kronberg (Árni Frederiksberg) 1-0
66' Árni Frederiksberg br. (Sivert Gussiås) 2-0
86' Viktor Helgi Benediktsson 2-1

Stigatalvan

1. KÍ 39 stig (13 dystir)
2. HB 29 stig (12 dystir)
3. B36 27 stig (12 dystir)
4. Víkingur 21 stig (12 dystir)
5. 07 Vestur 13 stig (11 dystir)
6. B68 11 stig (11 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (11 dystir)
8. ÍF 9 stig (11 dystir)
9. TB 6 stig (11 dystir)
10. AB 1 stig (11 dystir)

Sí meira um dystin her

Hesir fýra dystirnir eru á skránni í morgin, sunnudagin 4. juni.

Tórshavn
15:00
Eiði
15:00
Fuglafjørður
15:00
Toftir
16:00


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder