Fótbóltur

Gleða seg at spæla fyri stórari áskoðarafjøld á Tórsvølli

Håkan Ericson segði á tíðindafundinum í, at tríggir dystir innan eina viku eru ov nógv, men hann fegnast um, at hann nú av álvara fær møguleikan at standa odda fyri liðnum á heimavølli. Tað hevur merkst væl, tá spælt hevur verið uttan áskoðarar, sigur Odmar Færø.

Håkan Ericson og Odmar Færø á tíðindafundinum, har tosað millum annað varð um áskoðarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson og Odmar Færø á tíðindafundinum, har tosað millum annað varð um áskoðarnar (Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-31 15:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsliðsvenjarin byrjaði tíðindafundinum beint áðrenn middag við at siga, at mótstøðuliðið í morgin er eitt áhugavert lið: 

- Ísrael er eitt álopskent lið, sum spælir álopsspæl á ein hátt, ið vit á mangan hátt gjarna vilja, og á líknandi hátt sum vit sóu Italia gera til EM. Teir vilja gjarna hava bóltin men flyta hann frameftir skjótt og royna at skapa málmøguleikar skjótt. Teir hava tó ymsar veikleikar, ið vit skulu royna at gera okkum dælt av.

Håkan Ericson vildi ikki koma nærri inná, júst hvørjir veikleikar talan var um, og segði eisini at føroyska liðið til dømis ikki beinleðis fór at dúga uppá umstillingar (kontraálop) móti álopskenda liðnum.

- Vit vilja altíð gjarna spæla álopsspæl, og vit vóru omaná móti Íslandi á nógvum økjum, millum annað við tí at hava bóltin. Vit vilja eisini gjarna leypa á móti Ísrael, og annars: Gera okkum dælt av teirra veikleikum.

Landsliðsvenjarin segði til endans á tíðndafundinum, at tríggir dystir uppá minni enn eina viku er og nógv, men at soleiðis eru umstøðrunar nú, og teir royna sum best at laga seg til tær.

[object Object]Håkan Ericson á tíðindafundinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Áskoðarnir kunnu gera stóran mun
Håkan Ericson hevur staðið á odda fyri føroyska A-landsliðnum í tíggju dystum. Hann hevur framvegis ikki roynt at havt eitt nevnivert tal av áskoðarum - til Nations League-dystirnar í kuldanum í oktober móti Lettlandi og Andorra vóru undir 500 áskoðarar. 

Hesaferð vera upp ímóti 5.000, og tað gleðir sviin seg til

- Nú hava vit ein nýggjan leikvøll, vestursíðan er liðug, umframt at nýtt graslíki er komið á, og hetta verður fyrstu ferð, at eg av álvara royni at hava áskoðarar til dystirnar sum føroyskur landsliðsvenjari. 

Portalurin spurdi landsliðsvenjaran hvønn týdning, hetta kundi fáa:

- Tað via vit so ikki enn, men eg havi hoyrt nógv gott um stemningin og um Skansan, sum koyrir á allan dystin. Tað kann fara at gera stóra mun, at vit hava so nógvar áskoðarar í rygginum, og eg gleði meg til í morgin.

Odmar Færø var leikarin, ið var við Håkani á tíðindafundinum. Vit spurdu eisini 31-ára gamli verjuleikaran úr KÍ, hvussu nógv tað merkti fyri leikararnar at at aftur sleppa at spæla fyri fyltum Tórsvølli:

- Nú hava vit roynt nakrar ferðir, at spælt uttan og tað verður bara ikki tað sama. Tað  Merkist nógv, tá áskoðarar ikki eru á Tórsvølli, og man skal sjálvur geila seg eitt sindur eyka upp. Tað verður nakað annað, tá áskoðarnir eru til staðar aftur, og tað mekir nógv fyri okkum.

Føroyar og Ísrael spæla HM-undankappingardyst í annakvøld klokkan 19.45.

Sí eisini: 
Daniel: - Tað er nú, at man skal taka av møguleikanum
Hallur: - Kann næstan ikki lata vera við at smílast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder