Fótbóltur

Video: Kann næstan ikki lata vera við at smílast

Tað hevur verið eitt sindur keðiligt at spælt á einum byggiplássi, har áskoðarar ikki at hava verið, og vit hava sakna teir øðiliga nógv, sigur Hallur Hansson. Føroyski liðformaðurin fegnast um at vera í einum hópi og fyrireika seg til dyst aftur og vónar at fáa 5-6 stig hesa næstu vikuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-08-31 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann skilur, at tað tekur tíð, tá man skal byggja ein slíkan leikvøll við so góðum umstøðum, sum Tórsvøllur hevur nú. Nú fegnast liðformaðurin um, at tilgongdin er liðug, og at føroyska landsliðlið aftur sleppur at spæla fyri stórari áskoðarafjøld, og hann kann næstan ikki lata vera við at smílast, tá hetta verður tikið upp.

Støðan hjá 29-ára gamli liðformanni okkara er øðrvísi enn vanligt. Eftir fimm ár í Horsens søgdur partarnir sáttmálan upp, og seinastu tíðina hevur Hallur Hansson verið uttan felag. Nakrir møguleikar hava verið, og tað er helst bert spurningur um tíð, áðrenn orkuríki og ágangandi miðvallarin fær eitt nýtt felag.

Áðrenn seinastu venjingina undan dystinum móti Ísrael segði Hallur millum annað við Portalin, at hann hevur roynt at hildið seg so væl í gongd sum møguligt; tað er tó ikki optimalt, og Hallur Hansson veit ikki heilt enn, hvussu stóran leiklut hann fær í morgin.

Um uppgávuna móti Ísrael í annaðkvøld segði liðformaðurin millum annað:

- Vit gleða okkum ógvuliga nógv til í morgin. Eg trúgvi, at tað verður ein ógvuliga strævin dystur í morgin; tað skulu vit slett ikki misskilja. Vit hava ikki sæð so nógv til Ísrael enn, men tað er eitt álopskent lið, sum tekur kjansir, so har liggja møguleikar, tað er einki at ivast í.

Vónin hjá Halli Hanssyni er, at tá dystirnir móti Ísrael, Danmark og Moldova eru av, so hava Føroyar 5-6 stig fleiri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder