Fótbóltur

Video: - Tað er nú, at man skal taka av møguleikanum

Sóttarhald hevur rakt teir báðar leikararnar, ið vórðu úttiknir til plássið sum vinstri bakkur. Harvið fekk 23-ára gamli Daniel Johansen landsliðsboð í gjárkvøldið. Hann kennir seg væl brynjaðan til stóru uppgávuna, sum sær út til at vera fyri framman.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-08-31 13:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg fekk boð í gjárkvøldið um at testa meg, og um testin var negativ, so skuldi eg bara møta inn í morgun.

Tað var ein positiv koronukanning hjá einum av ferðafólkunum, sum kom til Føroya í gjáramorgunin, ið gjørdi at Viljormur Davidsen og Ári Mohr Jónsson noyddust í sóttarhald og harvið ikki fáa verið í landsliðshópinum kortini. Håkan Ericson segði á tíðindafundi í dag, at Viljormur møguliga kann koma inn í hópin aftur seinni í vikuni.

Les eisini: 
Koronusóttarhald rakar føroyska landsliðið
Daniel Johansen er komin inn í hópin

Í samrøðuni nevnir undirritaði, at Viljormur og Ári eru vorðnir skaddir, men hetta er jú ikki rætt

Kanningin sum Daniel Johansen tók í gjárkvøldið var negativ, og tí er 23-ára gamli vinstri bakkurin hjá HB nú í hópinum og er við í fyrireikingunum til HM-undandystin móti Ísrael í morgin. Hóast hann ongan A-landsdyst hevur spælt enn, so kennir Daniel seg væl brynjaðan til uppgávuna - millum annað tí at hann fyri kortum hevur spælt fyri HB í evropeiskum dysti móti ísraelska Maccabi Haifa, ið hevur seks leikarar í ísraelska hópinum, sum í kvøld venur á Tórsvølli.

- Ræðuliga óheldigt at báðir vinstru bakkarnir vórðu sendir heim, men tað er so tað fyrsta sum man hugsar, tá man er vinstri bakkur, at tað er nú, at man skal taka av kjansinum.

Føroyar og Ísrael spæla á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45. Tað eru góð sannlíkindi fyri, at Daniel Johansen fær seg royndan, hóast einki er váttað enn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder