Korona rakar nú eisini landsliðið. Ári Mohr Jónsson og Viljormur Davidsen sum annars eru úttiknir, hava í flogfarinum í morgun á veg til Føroya sitið saman við einum, sum seinni er testaður positivur við koronu.
Tað er so mikið óheppið, at teir sostatt skulu í sóttarhald í tíggju dagar, og verða tí ikki við til dystirnar næstu dagarnar.
Í løtuni er óvist hvør verður úttikin fyri teir báðar.
Fyrsta venjingin hjá landsliðnum hesaferð byrjar á Tórsvølli hvørja løtu, men tað verður eisini uttan Gilla Rólantsson og Jóan Símun Edmundsson, sum komu við seinnapartsflogfarinum, og bíða eftir svari av koronuroyndini á flogvøllinum.
Í annaðkvøld, 1. september, er mótstøðulandið Ísrael, leygardagin 4. september spæla Føroyar og Danmark, og týsdagin 7. september er heimadysturin móti Moldova á skránni. Allar dagarnar er dystarbyrjan klokkan 19:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald