Fótbóltur

Glimt kann gerast tað fyrsta síðani 2007

Noreg hevur ikki verið umboðað í Champions League-bólkaspælinum síðani Rosenborg fyri 17 árum síðani. Í kvøld skal Bodø/Glimt gera arbeiðið liðugt í Beograd. FC Midtjylland skal royna at spæla seg víðari í Bratislava.

Bodø/Glimt og KÍ hittust í 1. umfari í Champions League í 2022. Spurningurin er, um tað nú fer at eydnast teimum í gulum at spæla seg í hægsta bólkaspæli, sum er (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bodø/Glimt og KÍ hittust í 1. umfari í Champions League í 2022. Spurningurin er, um tað nú fer at eydnast teimum í gulum at spæla seg í hægsta bólkaspæli, sum er (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-28 15:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heili 11 ferðir frá 1995 til og við 2007 var Rosenborg BK í Champions League bólkaspælinum. Lerkendal i Tronheim var ein borg, har norska meisataraliðið fekk nógv stór úrslit móti evropeiskum risum.

Síðani 2007 hevur einki norskt felag verið í Champions League bólkaspæli. Rosenborg er fánað nógv, í mun til tað sum felagið var beint áðrenn og beint eftir aldarskiftið.

Í fjør var Molde, sum í longdari leiktíð í 3. umfari koppaði KÍ, ikki so langt frá í play-off umfarinum. Turkiska stórfelagið Galatasaray var tó omaná.

[object Object]
Tað var nær við, at tað vóru føroysku meistararnir og ikki teir norsku, sum vóru á Champions League-gáttini í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er tó eitt annað norðurnorskt felag, sum KÍ eisini hevur runnið seg í Champions League, ið er nýggja stórveldi í Noreg. Bodø/Glimt hevur vunnið trý av teimum seinastu fýra meistaraheitunum og eru greitt oddalið í verandi kapping.

Í 2022 tapti Glimt í longdari leiktíð í play-off umfarinum. Hetta var í Zagreb. Liðið hjá Kjetil Knudsen hevur roynt seg í bólkaspølum í Conference League og Conference League seinastu trý árini - nú skal liðið í gulum taka næsta fetið.

Bodø/Glimt vann 2-1 í fyrra dystinum. Tað kann verða dýrt, at Reyða Stjørna javnaði í 75. minutti á Aspmyra í síðstu viku. Tað fer helst at koma eitt stórt trýst á norsku meistararnar í serbiska høvuðsstaðnum í kvøld - eisini frá áskoðaraplássinum. Í serbiska stórfelagnum er man eisini svangur eftir at røkka bólkaspælinum (deildarspælinum). Dysturin í Beograd byrjar klokkan 20.

Brak í Bratislava

Donsku meistararnir fingu ikki nakað serliga gott útgangsstøði ella nóg mikið burturúr yvirvágini. Tað endaði 1-1 í Herning, tá Slovan Bratislava vitjaði.

Í kvøld klokkan 20 bresta liðini saman í slovakiska høvuðsstaðnum. FC Midtjylland stendur framvegis sum lítil favorittur.

Jútska felagið hevur áður verið í Champions League-bólkaspælinum, og FCK var har í fjør. Slovan Bratislava kom víðari úr Conference Leagu-bólkaspælinum í fjør - liðið vann báðar dystirnar í bólkinum móti KÍ 2-1.

[object Object]
Slovan vendi 0-1 til 2-1 á Tórsvølli eitt kalt november-kvøld í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lille sær út til at koma víðari móti Slavia Prag- Liðini spæla í Kekkia í kvøld - eisini klokkan 20. Í gjár vunnu grannarnir Sparta Prag á Malmö í sama býi. Samanlagt vann kekkiska stórfelagið stórt á svensku meistarunum, ið sendu KÍ út í 2. umfari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder