Okkurt bendir á, at Alex Johannesen, sum kappast í leirdúgvuskjótingini ’automatic ball trap’ er inni í einum góðum stima í einstaklingakappingini, sum verður avgjørd í morgin.
Seinnapartin í dag vórðu tær fyrstu tríggjar seriurnar á 25 dúgvur hvør skotnar. Og Alex hevur lagt seg klárt á odda.
Tað sermerkta við hansara skjóting í dag er, at hann misti ta fyrstu leirdúgvuna, men síðan rakti hann allar.
Sostatt hevur hann í dag rakt 74 dúgvur út í eitt. Næstir Alexi eru ein av Guernsey og ein av Jersey við 70 dúgvum, fýra færri enn Alex.
Í dag verða tær báðar seinastu innleiðandi seriurnar skotnar áðrenn teir bestu fara víðari til finaluna.
Hin føroyski luttakarin, Finn Ludvig, liggur í løtuni á einum 17 plássi við 62 raktum dúgvum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald