Annað

Góð føroysk úrslit á fyrsta degnum í norðurlandameistara-kappingini í dart

Føroyska dartlandsliðið spældi í morgun fyrstu dystirnar í Nordic Cup, sum er í Malmø, og longu nú er fyrsta føroyska heiðursmerkið tryggjað.

2022-05-26 21:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lagt var fyri í tvímansleiki, bæði hjá kvinnum og monnum. Spælt var í bólkum við trimum pørum, har tvey pør komu víðari. 

Føroyar høvdu tvey pør við hjá kvinnum, men hvørki Beinta Joensen/Birthe Sikivat, ella Annfríð Jacobsen/Jóna Miðalberg, megnaðu at koma víðari. Eingin av okkara kvinnuligu spælarum hevur altjóða royndir á hesum støðinum, so vónirnar um at koma víðari vóru kanska ikki so stórar, men okkara spælarar fingu royndir, sum kunnu brúkast í framtíðini. Annfríð og Jóna eru einans 16 ára gamlar og hava framvegis unglinga-aldur.

Hjá monnum høvdu Føroyar fýra pør við. Menninir hava nakað fleiri royndir enn kvinnurnar, men støðið í kappingini er høgt, og einans Jan McIntosh/Uni Árting megnaðu at spæla seg víðari. Tað gjørdu teir við at vinna bólkin, við spæli á høgum stigi, har Jan hevði næsthægsta miðaltalið av øllum spælarunum.

Í cup-dystunum hildu Jan og Uni fram við góða spælinum og vunnu greiðar sigrar, fyrst 4-1 móti einum donskum pari og síðan 4-1 móti einum íslendskum pari, báðir dystirnir við einum miðaltali á 79. Sostatt vóru Jan og Uni nú komnir fram til hálvfinalurnar, men teir skuldu spælast eftir døgurðasteðgin. Og tá dysturin skuldi spælast kom Jan ongantíð veruliga í gongd aftur og hóast Uni lyfti sítt spæl upp, so megnaðu teir ikki at koppa finska parinum og taptu dystin 4-2, men hava tryggjað Føroyum fyrsta bronsu-heiðursmerkið.

Jan McIntosh í stórformi
Eftir hendan dystin byrjaði kappingin í einmansleiki. Einmansleikur verður spældur sum cup frá byrjan.

Kvinnurnar høvdu nú vant seg við umstøðurnar og tað gekk betur, men tá so møguleikarnir komu at lukka settini, so hildu tær ikki høvdið kalt og sostatt taptu allar fýra kvinnurnar fyrsta dystin.

Hjá monnum komu Heri Kallsoy og Jan McIntosh beinleiðis víðari til annað umfar og haraftrat megnaðu Jan Erik Fjallstein og Uni Árting at spæla seg víðari frá fyrsta umfari við sigrum á norskum og svenskum spælarum.

Jan Erik, Heri, og Uni taptu allir í øðrum umfari, meðan Jan vann greiðan sigur móti Cor Dekker úr Noregi, sum er ein sera royndur leikari.

Í triðja umfari møtti Jan McIntosh Bjørn Lejon úr Svøríki og hetta gjørdist eina sera javnur og spennandi dystur, har báðir leikararnir spældu á sera høgum støði allan dystin. Jan stóð sum drangur í brimi móti svenska trýstinum og endin var, at Jan vann dystin 4-3, við einum miðaltali á 89. Mótstøðumaðurin hevði 85 í miðal og einki sett í dystinum var omanfyri 19 pílar, so hetta var besti dysturin í kappingini higartil.

Tað fyrsta á skránni fríggjamorgunin eru fjórðingsfinalurnar. Har møtir Jan McIntosh Jani Keskinarkaus úr Finlandi. Spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer í morgin, men greitt er, at Jan higartil í kappingini hevur hægsta miðaltalið av øllum í einmansleiki.

Beint fyri døgurða í morgin, fer liðkappingin í gongd og har hava øll londini eitt lið hjá kvinnum og tvey lið hjá monnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder