Fótbóltur

Góða gongdin hjá Leicester heldur fram

Á Old trafford setti Manchester United enn einaferð stig til.

Brendan Rodgers og Leicester vunnu enn einaferð (Savnsmynd)

Brendan Rodgers og Leicester vunnu enn einaferð (Savnsmynd)

2019-12-01 19:00 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fýra dystir vóru á skránni í Premier League í dag. Fyrr í dag vóru tveir dystir, ið báðir endaðu við javnleiki.

Les meira: Norwich og Arsenal býttu stigini

Væl koyrandi Leicester liðið tók í dag ímóti Everton. Her var tað tó Richarlison sum legði gestirnar á odda í fyrra hálvleiki. Men Leicester vendi dystinum, og fingu at enda øll trý stigini. Fyrst var tað toppskjúttin  í Premier league Jamie Vardy, ið javnaði tá 68 minuttir vóru spældir, og tá fýra minuttir vóru farnir av yvirtíðini kom sigursmálið tá Kelechi Iheanacho skoraði.

Hetta er fimti sigur á rað í Preamier League hjá Leicester, ið liggur á øðrum plássi átta stig aftanfyri Liverpool og trý stig frammanfyri Manchester City.    

Á Old Trafford tók Manchester United ímóti Aston Villa. Tað vóru gestirnir í løgdu seg á odda í 11. Minutti tá Jack Grealish skoraði. Uniited javnaði tríggjar minuttir fyri steðgin, tá Tom Heaton gjørdi sjálvmál.

Tá 63 minuttir vóru spældir legði United seg á odda tá sviin Vitcor Lindelöf stútaði bóltin í netið. Men bert tveir minuttir seinni javnaði Tyrone Mings fyri Aston  Villa.

Nú fjúrtan umfør eru farin, hevur United bert 18 sitg, og liggja á níggjunda plássi.

Úrslitini í dag: 
Norwich – Arsenal 2-2  
Wolves - Sheffield United 1-1
Leicester - Everton 2-1
Manchester United - Aston Villa 2-2

Støðan: 
1. Liverpool (40 stig)
2. Leicester (32 stig)  
3. Manchester City (29 stig)
4. Chelsea (26 stig) 
5. Tottenham (20 stig)
6. Wolves (20 stig)
7. Sheffield United (19 stig)
8. Arsenal (19 stig) 
9. Manchester United (18 stig)  
10. Burnley (18 stig)
11. Crystal Palace (18 stig)
12. Bournemouth (16 stig)
13. West Ham (16 stig)
14. Newcastle (16 stig) 
15. Aston Villa (15 stig)
16. Brighton (15 stig)
17. Everton (14 stig)
18. Southhampton (12 stig) 
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (8 stig) 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder