Yvirskotið hjá KÍ í 2023 var knappar 12,4 milliónir krónur. Tað vísir roknskapurin fyri í fjør, sum var almannakunngjørdur á aðalfundi hjá felagnum í kvøld.
Evropeiska luttøkan og serstakliga bólkaspælið síggjast aftur í inntøkunum, har inntøkurnar frá UEFA vóru knappar 31 mió. krónur, meðan aðrar inntøkur frá atgongumerkjasølu og sjónvarpsrættindum vóru um 2,2 mió. krónur.
Samstundis hevði felagið methøgar útreiðslur, sum serliga stóðust av teimum 14 altjóða dystunum, sum besta liðið spældi frá juli til desember í fjør.
(Mynd: Sverri Egholm)
Lønarútreiðslurnar og ferðaútreiðslurnar komu upp á 11,1 mió. krónur í sambandi við evropeisku dystirnar.
Ársroknskapurin vísir eisini, at felagið hevði útreiðslur upp á tilsamans umleið 2,3 mió. krónur av akademinum og KÍ-kvinnunum. Felagið fekk eina góða millión í inntøku av Betri-kvinnum, harav góðar 700.000 komu frá UEFA.
Nevndarval var eisini á skránni, og allir nevndarlimirnir halda fram í 2024.
Tummas Lervig er formaður í KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Formaður: Tummas Lervig
Næstformaður: Rúni Heinesen
Nevndarlimur: Hilmar Danielsen
Nevndarlimur: Kaj Dam
Nevndarlimur: Sølvá Jansdóttir Joensen
Nevndarlimur: Rói Clementsen
Nevndarlimur: Eyðstein Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald