Tað hevur sum heild hilnast væl hjá føroysku liðunum í altjóða fótbólti í summar, og nú komið er til 3. umfar í UEFA Conference League, eru KÍ og B36 framvegis við í kappingini.
Men góða avrikini úti í heima hava eisini smávegis avbjóðingar við sær í heimligu kappingini, siga tey í Fótbóltssambandinum.
Í fyrsta umfari blivu ársins ólavsøkudystir í Gundadali millum B36 og Skála, og HB og Víking, fluttir til í morgin, sunnudagin 31. juli, men nú er greitt, at dysturin millum HB og Víking enn einaferð er fluttur, og í staðin verður týsdagin 2. august klokkan 18:00.
Aðrir dystir, sum somuleiðis eru fluttir orsakað av evropeiskum fótbólti, er B68 – B36, sum skuldi vera á Svangaskarði sunnudagin 7. august. Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at hesin dystur verður útsettur til mikudagin 24. august, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuna.
Í 3. umfari í UEFA Conference League skulu klaksvíkingar royna seg móti FC Ballkani úr Bosnia-Hersigovina, meðan B36 skal dystast við danska Superligafelagið, Viborg FF.
Mikudagin 3. august
Viborg FF – B36
Hósdagin 4. august
FC Ballkani – KÍ
Týsdagin 9. august
B36 – Viborg FF (á Tórsvølli kl. 19:00)
Hósdagin 11. august
KÍ – FC Ballkani (á Tórsvølli kl. 19:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald