Tað gekst væl hjá bestu føroysku telvarunum í altjóða kappingini Runavík Open í gjár.
Høgni Egilstoft Nielsen er framvegis ósigraður. Í gjár telvaði hann javnt móti russiska stórmeistaranum Vasily Papin. Eldri bróðirin, Rógvi Egilstoft Nielsen, vann á íslendska IM-aranum Gudmundi Kjartanssyni, sum vann Runavík Open í 2016. Høgni og Rógvi hava 3½ stig hvør eftir fimm umfør, og eru javnir á fjórða plássi saman við tveimum stórmeistarum.
Á odda er russiski stórmeistarin Oleg Korneev, sum umboðar Spania, við 4½ stigi. Vasily Papin úr Russlandi og Vitaly Sivuk úr Ukraina - báðir stórmeistarar - eru á øðrum og triðja plássi við fýra stigum hvør.
Í sætta umfari í dag telvar Høgni Egilstoft Nielsen móti ukrainska stórmeistaranum Vitalyi Bernadskiy, sum hevur styrkitalið 2544. Høgni hevur styrkitalið 2400. Høgni hevur hvíta fólkið. Rógvi Egilstoft Nielsen telvar í dag við svørtum móti Heiðriki Jacobsen.
Enn er ov tíðliga at siga nakað um møguleikarnar fyri IM-normum til brøðurnar úr Sandavági, alt valdast hvussu úrslitini laga seg í dag og í morgin.
Byrjað verður at telva í Løkshøll í dag klokkan 17.00. Fylgjast kann eisini við leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins, faroechess.com.
Í morgin eru bæði sjeynda og áttanda umfar á skránni, og so endar kappingin sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald