Leygardagin 1. august varð árliga Føroya Banka Open golfkappingin spæld á Glyvursnesi. Hetta var tann seinasta av teimum opnu kappingunum í ár. Spælt var stableford við fullum handikappi.
Úrslitið av kappingini, sum var spæld yvir 18 hol, var, at David Arge Galán vann framman fyri Janus Jakobsen og Bjarne Jørgensen.
Spælarar yvir 70 ár spældu 9 hol, og her vann Hans Eirik Jacobsen framman fyri Julius Johannesen.
Tað var eisini kappast um at vera nærmast holinum á báðum par-3 holunum á breytini. Har vóru vinnararnir: Bjarne Jørgensen var 100 sentimetrar frá á hol 2 og David Arge Galán 300 sentimetrar frá á hol 5.
Hans Eirik Jacobsen og Julius Johannesen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald