Tað vóru ávísar vónir til, at ungi og evnaríki golfleikarin, Emil Jakobsen, fór at lyfta støðið hjá føroyskari golfítrótt, tá tað snýr seg um úrslit á oyggjaleikum.
Men úrslitini hjá føroysku golfspælarunum á Guernsey livdu ikki upp til væntanirnar frammanundan.
Serliga Emil var ónøgdur við sítt spæl teir fyrstu tríggjar dagarnar.
Spælið á vøllinum L’Ancresse Golf Course, har tvey golffeløg hava heimstað, Royal Guernsey Golf Club og L’Ancresse Golf Club, var avbjóðandi.
Og tað var ikki fyrr enn á síðsta degnum, at Emil Jakobsen gjørdist fortróligur við undirlagið, ið er nógv harðari enn tað, sum hann er vanur við á teimum vøllum hann hevur spælt mest á undir sínum uppvøkstri í Svøríki.
Emil gekk seinastu runduna fríggjadagin í 76 sløgum, og tað vóru bert fýra leikarar, ið høvdu betri úrslit enn tað á seinasta leikdegnum.
Men alt í alt gjørdist tað einans til eitt pláss sum nummar 46 hjá Emil Jakobsen. Líggjas Jógvansson gjørdist nummar 61 og Hans Pauli Henriksen nummar 71. Seinasti mannligi spælarin, Rógvi Mikkelsen, mátti gevast á øðrum degi, tá hann fekk ein skaða í skøvningin.
Hjá kvinnunum gjørdist Finngerð Sólbjørg Clark nummar 29.
Sí eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald