Oyggjaleikir 2023

Føroyingar stríðast á golfbreytini á Guernsey

Sí myndirnar frá seinnapartinum.

Finngerð Clark iðrar seg um eitt mist putt (Mynd: Jens Kr. Vang)

Finngerð Clark iðrar seg um eitt mist putt (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-13 23:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á L’Ancresse Links golfbreytini í landnyðringshorninum av Guernsey hava føroysku golfleikarararnir stríðst hesar seinastu dagarnar við at fáa lítla bóltin í hol upp á so fá sløg sum gjørligt.

Men tað hevur verið ein harðari uppgáva enn roknað var við frammanundan.

Vøllurin er turrur og harður, júst sum eyðkenni er fyri sokallaðan links-golfvøll. Links er heitið fyri golfvøllirnar í Bretlandi, ella kanska serliga í Skotlandi, sum eru lagdir í økið úti móti sjónum, gjarna í sanduta jørð, sum ikki varð egnað til landbúnað tá fyri hundrað til hálvtannaðhundrað árum síðan, tá teir gomlu vøllirnir vórðu lagdir.

Og hóast ongin viðarvøkstur av týdningi er her, so kunnu hesir vøllir vera ein avbjóðing fyri spælararnar. Og tað mugu føroysku spllararnir ásanna, tí eingin teirra hevur verið nøgdur við teirra avrik higartil.

Ein dagur er eftir at spæla, men eitt er vist. Føroysku golfleikararnir koma – heldur ikki hesaferð – at blanda seg millum teir bestu í golfkappingini á oyggjaleikum.

Hjá kvinnunum liggur Finngerð Sólbjørg Clark í løtuni á einum 30. plássi. Og hjá monnunum liggur Emil Jakobsen nr. 49, Líggjas Jógvansson nr. 61 og Hans Pauli Henriksen nr. 71.

Rógvi Mikkelsen mátti í gjár taka seg úr kappingini, tá hann fekk ein skaða í skøvningin.

Vit vitjaðu golfbreytina seinnapartin í dag. Jens Kr. Vang hevur tikið myndirnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder