Felagsmeistarakappingin, sum vanliga verður leikt tveir dagar, var í ár bert leikt í ein dag, tí veðrið ikki var til vildar í gjár.
Hóast tað var nakað av vindi og eitt sindur vátt til tíðir, vóru 11 leikarar, ið luttóku.
Kappingin er skipað sum ein slagkapping uttan handikapp. Tað merkir, at tann leikarin ið hevur brúkt fægst sløg vinnur kappingina.
Umframt steyp til vinnaran, stuðlaði Hotel Hilton Garden Inn kappingingini, við at lata trimum teimum bestu leikarunum gávukort til hotellið.
Úrslitið gjørdist:
1. Palli Henriksen 87 sløg
2. Líggjas Jógvansson 96 sløg
3. Bjarne Jørgensen 97 sløg
Samstundis var henda kappingin eisini ein av úttøkukappingunum til oyggjarleikirnar 2023. Fýa av luttakarunum hava teknað seg til oyggjaleikirnar.
Úrslitini vóru hesi:
1. Palli Henriksen 87 sløg
2. Wenzel Kamban 88 sløg
3. Líggjas Jógvansson 96 sløg
4. Óli Edvard Olsen 99 sløg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald