Tórshavnar kommuna: Edwin Roald hevur um íslendska felag sítt Eureka Golf frammanundan verið knýttur at fyrireikandi verkætlanararbeiðinum. Í Íslandi eru umleið 60 golfvøllir.
Fyrsta byggistig fevnir um golfvøll við 9 holum, sum í dag eisini er góðkent til kappingar. Hetta fram til 1. juli 2023, tá kommunan formliga fær nýtslurættin til lendið ætlað golfvøllinum, verður golfvallarsniðið gjørt liðugt, og byggi- og lendisarbeiðið verður bjóðað út.
Aftrat sjálvum golfvøllinum verða eisini gjørdar lendisgøtur, ið knýta breytirnar saman. Lendisgøturnar verða eisini góðar hjá almenninginum at brúka til gongutúar og at njóta náttúruna á Glyvursnesi.
Í ætlanini er fyrsta byggistig liðugt eftir umleið 4 árum. Arbeiðið verður lagt til rættis soleiðis, at til ber hjá Golffelagnum at íðka golf samstundis.
Ætlan er eisini løgd fyri næsta byggistig, sum er tey næstu 9 holini, so at vøllurin hevur fulla altjóða stødd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald