Í síðstu viku var nógv virksemi niðri við sjóvarmálan á Hvítanesi á Tvøroyri. Eftir at byggingin hevur ligið still eitt longri tíðarskeið, sóust nú stór betongelement verða lyft oman á neystagrundina, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Mortan Thormann Vang, sjtóri í fyritøkuni MTV-Byggivirki, ið stendur fyri útgrevstri og stoyping, sigur, at av tí at veitingartíðin av betongelementunum hevur verið so long, hevur byggivirksemið ligið meir ella minni stilt í tríggjar mánaðir.
Mortan sigur, at nú verða so dekkelementini løgd á og beinanvegin tað arbeiðið er liðugt, so verður farið í gongd við at stoypa ovara partin av neystinum. Hann væntar at teirra partur av arbeiðinum fer at taka umleið hálvan annan mánað.
Spakin til neystið varð settur í 3. november, tá Egon Rasmussen loysti fyrsta flagið. Tvøroyrar kommuna og LOA-Grunnurin hava stuðlað verkætlanini fíggjarlig.
Neystið verður stórt, 12x30 metrar, við felagshøli og venjingarmøguleikum. Kostnaðurin liggur um 10,3 millónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald