Legendariski enski fótbóltsmálmaðurin, Gordon Banks, er deyður, 81 ára gamal. Tað skrivar BBC.
Banks var málverji á enska landsliðnum, sum vann heimsmestaraskapin á heimavølli í 1966 – einastu ferð Ongland hevur vunnið hetta heitið.
- Tað er við stórari sorg, at vit mugu boða frá, at Gordon stillisliga er sovnaður, upplýsir familjan.
Gordon Banks spældi 73 landsdystir fyri Ongland áðrenn hann gavst í 1973. Hann spældi flestu dystir sínar fyri Leicester City í árunum 1959 til 1967 og fyri Stoke City frá 1967 til 1973, og náddi sostatt ongantíð at vinna nakað meistaraheitið í Onglandi. Hann vann tó lítlu steypakappingina, League Cup, tvær ferðir, fyri Leicester í 1964 og fyri Stoke í 1972.
Tað var ikki í sambandi við heimsmeistarakappingina í 1966, at Gordon Banks veruliga skrivaði seg inn í fótbóltssøgubøkurnar. Hinvegin var tað í kappingini fýra ár seinni, tá hann gjørdi eina meistarliga bjarging í dystinum millum Ongland og Brasil, tá hann bjargaði einum skallara frá Pelé - bjargingin verður kalla besta bjarging nakrantíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald